Hondbóltur
At tað er stutt millum succés og fiasko, er eingin ivi um. Men at tað er ein frymil, sum gongur báðar vegir, er VÍF gott dømi um.
Seinastu mánaðirnar hevur mest sum einki borið til í Vestmanna, og fleiri hava óttast, at fremsta mansdeildin í hondbólti skuldi spælast uttan VÍF komandi kappingarár.
Tá Jónleif Sólsker at enda valdi at takka fyri seg, var tað við hansara egnu orðum í vónini um, at ein nýggjur venjari kundi geva liðnum mentalan íblástur. Og at tað var betri, um hetta varð gjørt longu nú, heldur enn at bíða, til støðan í botnstríðnum gjørdist enn meira spent.
Spæligleðin berandi
Og fyribils hevur Jónleif rakt seymin á høvdið í hesari útsøgn.
Við Haraldi Bjørgvin við stýrisvølin, hevur VÍF í øllum førum prógvað, at liðið væl og virðiliga er ført fyri at standa seg í fremstu røð. Fyri viku síðani vunnu teir trygt á oddaliðnum úr Neistanum, og í gjár hølvaðu teir StÍF av.
Fyrra hálva tíman var tó einki, sum bendi á, at talan skuldi gerast um avsmurning hvørki annan ella annan vegin. Talan var um tvey lið, sum bæði fóru á vøllin fyri at stríðast. Hjá báðum pørtum stóð verjan á tærnum frá fyrsta bríksli, og við tveimum av bestu málverjunum í landinum millum stólparnar var eisini tann parturin í lagi.
Tað speglaðist eisini á máltalvuni, har tað var langt millum skiftini undan steðginum, men í seinna hálvleiki fekk VÍF veruliga ferð á.
Krossini riggaðu sera væl við Áka Olsen sum spælskipara, nú navnin við Gaardbo sum millumnavni var hálvsjúkur og at kalla bert fekk kjans í verjuspælinum.
Í málinum fekk Eli Müller mest sum fullkomliga læst av frá veinginum, og tað gav lætt spæl hjá restini av VÍF-verjuni, og tá Bjarti Hansen so av álvara fór at vísa, hví hann verður mettur sum eitt tað størsta talentið í føroyskum hondbólti, var VÍF ikki til at steðga.
Sum seinni hálvleikur leið, breiddi máttloysið seg hjá StÍF, sum bert tóktist vilja sleppa av vøllinum, meðan vestmenningarnir hinvegin nutu hvørt sekund á vøllinum. Væl skiljandi, nú teir neyvan hava hoyrt eyðkendu »hey-ey-ey« rópini seinasta árið ella so.
Finalan í eygsjón
Teir báðir seinastu sigrarnir – og ikki minst avrikini í hesum – hava uttan iva pumpað sjálvsálitið hjá VÍF móti nýggjum hæddum.
Enn er sjálvandi langt ífrá sloppið, men kunnu spæligleðin, hugburðurin og stríðsviljin haldast bara á leið á somu hæddum, er einki sum helst til hindurs fyri, at VÍF verður partur av FM-finaluni, tá hendan skal spælast.
Tað verða strandingar hinvegin neyvan. Seinnu vikurnar hevur formkurvan avgjørt peiggjað rætta vegin. Men skalt tú røkka uppeftir, so krevur tað eisini, at menn eru til reiðar at bíta tenninar samana. Eisini tá mótrákið er hart.
Tann viljan vístu strandingar ikki í Vestmanna, og tað segði máltalvan sína týðuligu talu um at enda.
Fakta um dystin
VÍF-StÍF 29-18 (8-7)
10 min: 2-2
20 min: 6-6
40 min: 13-11
50 min: 20-12
Málskjúttar
VÍF: Bjarti Hansen 8, Sámal Joensen 7, Agnar Joensen 4, Regin Joensen 4, Áki G. Olsen 3(1), Áki Olsen 1, Jákup Suni Andreasen 1, Sjúrður Poulsen 1
StÍF: Marius Joensen 6(1), Leivur Justinussen 4(1), Suni Ernstsson 3, Bárður Danielsen 2, Borgar Danielsen 1, Pauli G. Hansen 1, Cristian Preda 1
Brotskøst: VÍF 3, StÍF 5
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 1
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr