HONDBÓLTUR
Niels Petersen
StÍF løgdu væl fyri í byrjanini á dystinum, men teknisku feilirnar bara øktust, so tað gjørdist trupult. Strandingar megnaðu tó at halda munin, tær bjargaðu sær, fyrst í fyrra hálvleiki, og tá bríkslað var til hálvleiks, tá stóð 13-12 til StÍF.
Í øðrum hálvleiki megnaðu tær úr Vestmanna at hála alt meira inn á strandingar, og tá annar hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, fingu VÍF javnað til 18-18, og síðani lagt seg á odda 23-19.
VÍF byrjaðu at mansverja tvær av StÍF spælarunum, og tá varð sera trupult at spæla, tí plássið gjørdist minni, og vit fingu onki at hanga saman, sigur Ninna. Hon heldur fram við at siga at VÍF var betur í dag, og gjørdu ikki eins nógvir tekniskir feilir, og vit. Hetta var nokk munurin á liðunum í dag.
Tá alt kom til stykkis, og dysturin var av, vóru tær úr Vestmanna frammanfyri við tveimum.
Í Faktaboks:
StÍF – VÍF 22-24 (13-12)
Málskjúttar:
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Ninna K. Johansen 4, Ata Gregerssen 4, R. Johansen 2, O. Danielsen 2, Jóhanna í Króki 1, Fríðun Danielsen 1, Bára Danielsen
VÍF: Torgunn H. Johansen 6, Iona Rapa 5, Fríða Marjunardóttir 4, Marita Johannesen 3, Katrin Christophersen 1, Liljan Djurhuus 1, Rannvá á Rógvi 1, Heidi Joensen 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 2
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 2
Dómarar: Karstin Joensen & Kári Hansen