Seinasta fótbóltsfrásøgnin í 2020 var á FM1 fyrr í dag, tá HB vann 2-0 á Víkingi í kappingini um løgmanssteypið.
Men hildið verður fram við hondbóltsfrásagnum á FM1 líka til 19. desember, tá hondbóltskappingin fer í jóla- og nýggjársferiu.
Í morgin klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá oddadystinum í Burn mansdeildini millum nummar tvey, VÍF og nummar eitt, H71 í høllini í Vestmanna.
Samrøður við umboð fyri VÍF og H71 koma út á in.fo aftaná.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 11 | 316 | 259 | 57 | 19 |
VÍF | 10 | 314 | 269 | 45 | 15 |
NEISTIN | 11 | 332 | 302 | 30 | 14 |
KÍF | 12 | 315 | 301 | 14 | 13 |
TEAM KLAKSVÍK | 11 | 290 | 322 | -32 | 7 |
STÍF | 12 | 283 | 344 | -61 | 6 |
KYNDIL | 11 | 242 | 295 | -53 | 4 |