VÍF-StÍF 23-29 (11-14):
Treytirnar hjá VÍF vóru greiðar undan dystinum móti StIF sunnudagin. Bert ein sigur taldi nóg mikið, og fyrstu løtuna av dystinum tóktist eisini, sum tók VÍF blunkandi ávaringarlampurnar til eftirtektar.
Væl tendraða heimaliðið legði nevnliga bragdliga fyri, og eftir fyrstu 10 minuttirnar tóktust tær vera á sigurskós.
Knekkaðar
Men sálarliga tóktist liðið tó ikki vera til reiðar eftir mongu tapini á rað, sum tær hava verið fyri. Trúgvin upp á sigurin var í øllum førum sera trupul at fáa eyga á næstu longu løtuna, tá StÍF vendi gongdini frá hóttandi tapi til alt meira sannførandi sigur.
Serliga var tað í verjupartinum, at tað haltaði hjá VÍF. Fleiri ferðir rópti Daniel Rapa til genturnar hjá sær, at tær vóru ov fittar í verjuni.
Og fittar vóru tær. StÍF fekk í nógvum løtum gott pláss at spæla á, og tí kundu serstakliga Rebekka Justinussen, Johanna í Króki og Ninna K. Johansen gera sær dælt av. Ikki minst var tað hugkvekjandi at síggja sjálvsálitið, sum Ninna fylti í bæði seg sjálva og viðspælararnar, sum hon støðugt lyfti upp við góðum spæli, flottum skotum og einum framúr stríðsvilja, sum væl og virðiliga var meira enn tað, sum VÍF megnaði at taka. Og so munaði tað lítið, at VÍF í málinum hevur ein málverja, sum verður roknað millum tær bestu í landinum.
Ikki fyrr enn seinastu løtuna av dystinum tóktust tær á heimaliðnum aftur tora at spæla. Tá var dysturin tó kortini taptur, og spenning megnaðu tær als ikki at skapa aftur.
Ikki avgjørt enn
Heilt niðri er VÍF tó ikki enn. Men við fýra stigum upp til StÍF og Kyndil skal tað nú vilja serstakliga væl til hjá teimum gulu, um tær ikki aftur noyðast eina deild niður komandi kappingarár. Gaman í hava tær enn dystir til góðar móti bæði StÍF og Kyndli, men málmunurin er hjá liðnum er lítið at reypa av, og tí er helst neyðugt at fáa okkurt stigið afturat teimum fýra, sum kunnu vinnast móti nummar fimm og seks.
Og so er heldur ikki víst, at tað er nóg mikið, tí bæði StÍF og Kyndil hava áður tikið stig frá Neistanum og VB, og tað er jú eingin, sum sigur, at tað ikki kann henda eina ferð afturat.
Fakta um dystin
VÍF-StÍF 23-29 (11-14)
10 min: 6-3
20 min: 7-10
40 min: 15-20
50 min: 18-26
Málskjúttar
VÍF: Liljan Durhuus 7(2), Ioana Rapa 6, Rannvá á Rógvu 4, Fríða Marjunardóttir 2, Tomma Petersen 1, Katrin Christophersen 1, Heidi Joensen 1, Torgunn Johannesen 1
StÍF: Ninna K. Johansen 7, Jóhanna í Króki 6, Rebekka Justinunssen 6(2), Signhild Petersen 4, Rósa Johansen 2, Ata Gregersen 1, Sólfríð Christiansen 1, Bára B. Danielsen 1, Oddrún Danielsen 1
Brotskøst: VÍF 2, StÍF 2
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr