VÍF hevur fingið ferð á aftur

Hondbóltur: Hóast Heini Joensen og teir í Neistanum komu væl aftur í seinna hálvleiki, kundu teir ikki steðga VÍF í at blanda seg upp í oddastríðið av álvara

Neistin-VÍF 26-28 (8-16)


Tað hevur ikki ligið til VÍF at tveitt tryggar leiðslur burtur ? ikki fyrr enn í ár í øllum førum ? men tað var tað sum hendi, tá vestmenningar vóru gestir hjá Neistanum leygardagin.

Í fyrra hálvleiki høvdu føroyameistararnir og nú eisini nýklaktu steypavinnararnir alt at siga móti einum Neistaliði, sum sá út til at mangla bæði vón og vilja. Frá 4-4 fór VÍF upp á 9-4 og vann hálvleikin so nógv sum 16-8. Serliga Áki Olsen var væl fyri og skoraði tá hann hevði hug. Sum heild vóru vestmenningar nógv grammari í fyrra hálvleiki. Teir vóru skjótari úr øðrum endanum av vøllinum í hin, og av teimum leysu bóltunum fingu teir eisini fatur á teimum flestu.

Í veruleikanum var tað bert ein maður, sum hótti VÍF í fyrra hálvleiki, og var tað Heini Joensen, sum spældi á vinstra bakkinum. Bæði Karl Oddmar Rasmussen og Tróndur B. Hansen vóru burturstaddir leygardagin, og tí spældi Heini á hesum plássinum, har hann í fyrra hálvleiki fekk fýra mál (eitt upp á brotskast), men eisini rakti við síðuna av meir enn einaferð.

Heini spældi annars ein frálíkan dyst og er longu farin at seta sín dám á kappingina, hóast hann ikki hevur verið við so leingi.

Í seinna hálvleiki vóru Neistamenn sum hamskiftir. Nú var meira vilji yvir tí, og tað kom heldur ikki væl við hjá VÍF, at Neistin fór at verja meira offensivt. Leiðslan hjá vestmenningum minkaði so líðandi, og tað sum í hálvleikinum sá út til at fara at verða ein tryggur sigur, kom knappliga í vanda. Veruligur vandi var ikki á ferð, men tá Neistin minkaði til 21-24, og seks minuttir vóru eftir, sóu føroyameistararnir eitt sindur groggy út. Teir kundu eisini takka stengrunum fyri, at Neistin ikki kom nærri enn tey trý málini, sum var minsti munurin í seinna hálvleiki.

Í steypafinaluni næstseinasta leygardag stóð Eli Müller ein branddyst í VÍF-málinum, men hesaferð hevði venjarin valt at byrja við Bárði Nielsen, og hesin vísti eisini, at VÍF eigur tveir góðar málmenn. Men tað var fyrst og fremst Áki Olsen, sum vann dystin fyri vestmenningar. Tá tað koyrir væl hjá honum, er tað altíð trupult at vinna á VÍF ? hóast hitt liðið hevur Heina Joensen á liðnum, og Heini skeyt eins og Áki 11 mál. Tað er ilt at ímynda sær, hvussu dysturin hevði gingið, um Neistin hevði spælt eins væl í fyrra hálvleiki og teir gjørdu í seinna, og um nú Tróndur B. Hansen og Karl Oddmar Rasmussen eisini høvdu verið við, men teir blivu ov stuttir, og tað merkti eisini, at teir nú ikki longur eru við í sjálvum oddastríðnum.

Har kann VÍF hinvegin framvegis gera seg galdandi, og vestmenningar tykjast eisini at ríða á einum aldukambi í løtuni. Næsti dystur hjá VÍF verður móti KÍF í annaðkvøld, og har skuldi verið møguleiki fyri tveimum stigum afturat. Tá so í øllum førum annað av av oddaliðunum (H71 ella Kyndil) missir stig sama kvøld, hava vestmenningar møguleika fyri at nærkast enn meira.

VÍF hevur eisini dystir eftir móti bæði H71 og Kyndli. Dysturin móti Kyndli verður í Vestmanna sunnudagin 14. mars, og tann allarseinasti dysturin á árinum verður í Havn millum H71 og VÍF, og um vestmenningar, sum eru í nøkulunda somu støðu sum kvinnurnar hjá Neistanum, megna at halda dampinum uppi, kunnu teir koma inn í lovaða landið gjøgnum bakdyrnar. Og tað er neyvan nakar, sum verður heilt ovfarin, um tað skuldi hent?