VÍF koppaði oddaliðnum

Hondbóltur: VÍF staðfestir sína støðu á 2. plássi eftir søtan sigur á oddaliðnum og kappingarneytanum KÍF. Talan kundi verið um stórsigur, men at enda vunnu vestmenningar tepurt 23-22.

Verjan steðgaði KÍF
Tað var serliga verjan hjá vestmenningum, sum stóð stinn og nærmast ikki loyvdi oddaliðnum í deildini at skjóta mál. Eftir støðuna 2-2 dróg VÍF frá og legði seg á odda í einari annars málfátækari dystarbyrjan, og tá ið 20 minuttir vóru spældir, hevði KÍF púra óvanligt bara skotið trý mál. Støðan var 6-3 til VÍF og KÍF minkaði til 6-4 minuttin seinni.
Tað var VÍF, sum greitt var við yvirlutan yvir einum ráðaleysum KÍF-liði, sum ikki líktist einum oddaliði hesa løtuna. VÍF slapp til hálvleiks við 12-8-leiðslu.

Ov seint hjá KÍF
Byrjanin av seinna hálvleiki var jøvn og megnaði VÍF at verja um fýra máls leiðsluna. VÍF spældi skjótt og væl og góvu teir KÍF eina smakkiroynd av tí, ið hevur sermerkt teir í ár, og eftir einari løtu í seinna hálvleiki vunnu teir seg heilt upp á 17-11. Kollfirðingar góvu ongantíð upp og minkaðu niður í 19-16, áðrenn vestmenningar tó vístu gott áhaldni og hildu KÍF neyðuga nógv aftanfyri seg.
Talan var allatíð um eina leiðslu við fimm málum, og tað sama var støðan tríggjar minuttir fyri leiklok. Tá var nevniliga 23-18 til VÍF og øll hildu, at dysturin var avgjørdur, men tá gjørdi KÍF skjótt av minkaðu teir heilt niður í 23-22, áðrenn VÍF tó róliga kundi avgera dystin við einum brotskasti, sum teir tó misnýttu og mundu givið KÍF ein seinasta møguleika, men tíðin var runnin undan kollfirðingum. Teir vóru aftanfyri allan dystin og gjørdu ikki vart við seg fyrr enn ov seint var, og máttu teir tískil uppiborið lúta 23-22.
VÍF heldur nú fjarstøðuna niður til H71, sum er fýra stig aftanfyri við tveimum dystum færri. KÍF tapir bara sín annað dyst í ár, hin fyrri somuleiðis ímóti VÍF, men hevur tað ikki stórvegis at siga fyri liðið, sum liggur greitt á odda – heili átta stig niður til VÍF.