VÍF mundi lorkað tað burtur

Hondbóltur: Neistamenn gjørdu eitt øgiligt come-back í seinna hálvleiki og mundu lumpað VÍF

VÍF sá út til at vera á veg móti einum tryggum sigri meginpartin av dystinum móti Neistanum mikukvøldið. Vestmenningar førdu 15-7 í hálvleikinum, og tá munurin var størstur, var støðan 18-9 til VÍF.

Men kanska var hugburðurin skeivur frá byrjan, ella kanska fóru teir bara at taka sær av løttum. Tað er í øllum førum ein sannroynd, at seinastu minuttirnir av dystinum vóru eins spennandi og í kvinnudystinum millum somu feløg beint frammanundan.

Neistamenn otaðu seg nærri og nærri inn á føroyameistararnar, og serliga Finn Mørk úti á vinstra vongi fekk veruliga ferð á málskjótingina í seinna hálvleiki. Millum annað skeyt hann fýra mál upp á fýra minuttir, bert avbrotin av Kára Mortensen. Hesa løtuna kom Neistin frá 16-23 upp á 21-23, og so var knappliga spenningur í dystinum aftur.

Í síðsta enda eydnaðist tað ikki Neistanum at endurtaka bragdið, sum VÍF-kvinnurnar framdu stutt frammanundan, men tað var ikki so langt burturi. VÍF fór upp á 25-21, men Neistin kom aftur og minkaði heilt niður í 25-24, men í staðin fyri at satsa í síðsta minuttinum lá Neistaverjan framvegis rættiliga langt afturi í síðsta VÍF-álopinum. Tað endaði við brotskasti, sum Áki Olsen setti í netið, og so vunnu vestmenningar 26-24.

Í fyrra hálvleiki var annars stórur munur á liðunum. Neistin fylgdi við upp til 4-3, men so skoraðu teir ikki í 11 minuttir, og tá næsta málið kom, var støðan 12-3 til VÍF, sum skoraði eftir vild hesa løtuna.

Men vestmenningar dovnaðu í seinna hálvleiki, tá sigurin sá út til at vera komin í hús, og tað mundi verið revsað av einum Neistaliðið, sum fekk meira og meira av mótinum aftur fyri hvørt mál, teir fingu, og næstan hvørt álop endaði við máli. Men í seinasta enda vóru teir ov stuttir, hóast teir vunnu seinna hálvleik 17-11. Men tað var í fyrra hálvleiki, at Neistin tapti dystin.

VÍF slapp við skrekkinum eftir ein fyrra hálvleik, har teir høvdu fullkomiliga tamarhald á støðuni. Tað mistu teir í seinna hálvleiki, tá teir ikki vóru í nær námind so grammir sum Neistamenn og mistu fleiri bóltar inn í Neistaverjuna, sum so fór í kontra. Men vestmenningar vunnu og eru bert tvey stig aftanfyri Kyndil, men við einum dysti færri spældum.


Neistin-VÍF 24-26 (7-15)

Neistin: Finn Mørk 8 (3), Jákup Sverri Kass 5 (1), Kári Mortensen 3 (1), Karl Oddmar Rasmussen 3, Áki Mørk 2 (2), Páll Nólsoy 2, Jógvan Djurhuus 1.

VÍF: Áki Olsen 11 (2), Martin Hummeland 6, Hjalmar Klein Olsen 5, Sámal Joensen 3, Áki G. Olsen 1.

Útvísingar: Neistin 1, VÍF 3.