Kvinnuhondbóltur
Tað varð ikki roknað við, at VÍF skuldu fáa nakrar serligar trupulleikar, tá tær sunnudagin vitjaðu í Runavík. Hóst tapið í steypafinaluni enn sat feskt í minninum, og hóast hetta kundi hugsast at seta síni sálarligu spor, so talaði stigatalvan sítt týðiliga mál. Tjaldur er á pappírinum veikasta liðið í kvinnukappingini.
Lítil munur
Tað var tó lítið, sum bendi á, at so var, tá liðini hittust í Runavík. Tvørtur ímóti gekk alla tíðina sera javnt fyri seg, og stóran part av dystinum var tað eisini so, at tað var Tjaldur, sum var omaná.
Uttan stórvegis virðing fyri mótstøðuni royndu tær á heimaliðnum alla tíðina at stríðast fyri sínum møguleika, og tá VÍF als ikki sansaði vandan, var um reppið, at tað gekk galið.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk VÍF tó togað avgerandi hálið. Fýra mál á rað sendu tær framum mótstøðuna, og tó at munurin ongan tíð gjørdist hin stóri , so hildu tær alla tíðina fast. Sigurin tóktist eisini púrasta vísur, tá tær stutt undan leikloki øktu munin í fýra mál, men tað var tó um reppið, at tær kannaðu sær bitan ov tíðliga.
Við trimum málum á rað sendu Tjaldur nervarnar hjá VÍF upp á ovastu rók, og tó at meistararnir sluppu við skrekkinum, so slepst ikki undan, at avrikið í Runavík setir spurnartekin við, í hvønn mun VÍF skal takast í álvara sum einasta hóttanin móti oddaliðnum úr Vági.
Ikki ráð til mistøk
Eitt er í øllum púrasta vist, og tað er, at VÍF so als ikki hevur ráð til mistøk av nøkrum sum helst slag. Sum støðan er, so skal liðið snøgt sagt vinna allar dystir, tað sum eftir er av kappingarárinum, og so vóna, at VB missir onkra aðra staðni enn í Vestmanna ? og tað sum so heldur ikki víst.
Fyrsta fortreytin er tó, at VÍF vinnur sítt, og skal tað lata seg gera, er í øllum førum neyðugt við munandi meira sannførandi avrikum enn tí, sum tær vístu í Runavík.
Og hjá Tjaldri er bara eftir at staðfesta, at tær aftur hesa ferð gjørdust ov stuttar. Fleiri ferðir í ár hava tær verið nær við og næstan, og í tveimum førum hevur eisini eydnast at fáa sigurin til høldar, men samanlagt hevur hetta tó ikki verið nóg mikið. Enn hava tær sjálvandi møguleikan at bjarga sær, men sum støðan er, so verður hetta meira enn trupult.
Dysturin í tølum
Tjaldur-VÍF 20-21 (1210)
Málskjúttar:
Tjaldur: Melica Ergic 7(1), Lenka Ribaric 4(2), Oddvá Fossdalsá 3, Ann Mari Østerø 2, Kristine Ellingsgaard 2, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(1), Nicoleta Radu 6, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 2, Jacklin Durhuus 2
Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4
Útvísingar: Tjaldur 1, VÍF 1
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen.