Hondbóltur
Tey bitu negl seinastu tíggju minuttirnar í Vestmanna, tá Neistin var á vitjan um vikuskiftið.
Hetta var ein dystur, sum vestmannakvinnurnar á pappírinum skuldu kunna vunnið uttan alt ov nógv hóvasták, og leingi var eisini líkt til, at soleiðis skuldi verða. Fyrri hálvleikur var mest sum allur eitt langt tov hjá heimaliðnum, har tær strektu leiðsluna alt meira, og tá liðini fóru til hálvleiks, mundu tey flestu í høllini sita við kensluni av, at her skuldi talan ikki gerast um stórvegis trupulleikar hjá heimaliðnum.
Men Neistin kom sum eitt óløgið út eftir steðgin. Fyrstu lítlu løtuna togaðu tær fýra mál inn á heimaliðið, men tá hesar so svaraðu aftur alt fyri eitt, mundu tey flestu halda, at hatta var tað.
Og tað tóktist tað eisini vera fram til seinastu minuttirnar. VÍF økti kanska ikki um munin, men tær hildu seg alla tíðina eini 5-6 mál frammanfyri, og sjálvt um Neistin tóktist gera ein vørr seinastu løtuna, so mundi hetta kanska ikki bila.
Og tað gjørdi tað so heldur ikki, skilt á tann hátt, at VÍF kortini fekk stigini, men tað tó ikki uttan eitt sindur av kaldasveitta. Frá 27-21 broyttist støðan til 29-27, og við einum minutti eftir stóð nú heilt nógv á. Men tær megnaðu kortini at halda fast. Sóley Mikkelsen økti aftur munin í trý mál, og so var leyst og liðugt. Eisini hóast Neistin í seinastu løtu fekk pyntað eitt sindur um.
Og einki er at ivast í, at sigurin hevði alstóran týdning fyri VÍF. Boðini úr Klaksvík um VB-ósigurin vóru eisini komin til Vestmanna, og fagnaðurin eftir dystin var tí ovurstórur.
Mikudagin hevur liðið eisini allar møguleikar at leggja seg einsamalt á odda, tá Kyndil kemur á vitjan, og so er at løða battaríini til oddabrakið. Annað vikuskiftið kemur VB nevnliga á vitjan í Vestmanna, og tað líkist mest av øllum dystinum, sum skal gera av, hvat av teimum báðum skal enda ovast í grundspælinum.
Hjá Neistanum mundi tapið ikki kennast heilt so eymt, hóast vónirnar sjálvandi vóru um sigur. Talan er um eitt fyri tað mesta sera ungt lið, og fyrst og fremst skulu hesar brýnast til spælið heilt frammi í oddinum. Higartil í ár hevur tann parturin í øllum førum gingið heilt væl, og tað er ikki heilt frítt, at tey í felagnum so spakuliga eru farin at hugsa tankan um luttøku í heiðursmerkjastríðnum. Hvørt hetta veðrur veruleiki, fæst helst eisini ein greið ábending um teir báðar næstu dystirnar. Fyrstu skal Neistin til Klaksvíkar at takast við Stjørnuna, og síðani kemur StÍf á vitjan í Havnini, og tað tykjast í løtuni vera júst hesi bæði liðini, sum Neisin skal kappast við í bronsustríðnum.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 30-28 (15-8)
Málskjúttar
VÍF: Irina Radovici 8, Ioana Rapa 6(1), Sóley Mikkelsen 5, Fríða Marjunardóttir 5, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Finngerð Jensen 1, Eydna Joensen 1
Neistin: Simona Dziugyte 10(4), Ása Dam á Neystabø 6(4), Lív Sørensen 5, Lina Andrjulyte 4, Marjun Tróndarson 2, Rakul Augustinusen 1
Brotskøst: VÍF 1, Neistin 10
Útvísingar: VÍF 8, Neistin 5
Diskvalifikatión: VÍF 1(3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum