VÍF vann ein týðandi 23-22 heimasigur á Neistanum í Okkara-deildini í dag. Í steðginum var VÍF á odda 11-6. Tað var serliga eitt framúr avrik hjá unga málverjanum, Dia á Lava sum var avgerandi fyri, at heimaliðið fekk sigurin í sín lut.
Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við seks málum, Jón Müller skoraði fýra mál. Dánjal Ragnarsson var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum, Tróndur Kragesteen og Høgni Zachariassen skutu fýra mál hvør.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, reportara hjá FM1 siga frá teimum seinastu sekundunum av dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við dagsins mann hjá VÍF, unga málverjan, Dia á Lava.
4) Hoyr viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin.
Dia á Lava staðfestir, at hann í dag hevur spælt sín besta dyst nakrantíð, og talan var um eina ótrúliga uppliving. Hann slær fast, at Mladen Mjerimacka skal venja hart fyri at sleppa í málið aftur. Dánjal Ragnarsson heldur ikki, at tað er nóg góð umbering, at Rasmus Søby hevði leikbann í dag. Neistin hevði møguleikarnar til at vinna dystin uttan Rasmus.