VÍF slapp leyst av Stjørnuni

Í einum ferðmiklum, undirhaldandi og spennandi dysti eydnaðist tað hóskvøldið VÍF at fáa bæði stigini við sær úr Klaksvíkini, og nú tykist kósin av álvara at vera sett móti gullmerkjunum

 

Stjørnan-VÍF 19-24 (9-13)


Hondbóltur


Nógvir vestmenningar høvdu leitað sær til Klaksvíkar hóskvøldið, tá fyrsti dysturin í endaspælinum hjá kvinnum stóð á skránni. Tað er ikki nøkur vanlig støða hjá kvinnuliðnum í hondbóltsbygdini, at áhugin er somikið stórur, men higartil hevur talan heldur ikki verið um nakað vanligt kappingarár hjá teimum.

Í endaspælið vóru tær komnar við fullum stigatali, og skuldi hetta varveitast var sjálvsagt neyðugt við einum sigri í Klaksvík. Ein alt annað enn løtt uppgáva, sum eisini verður undirsrtrika av, at júst í Klaksvík vóru VÍF kvinnurnar fyri einasta stigamissinum í grundspælinum. Ein stigamissur, sum tó ikki taldi við, tá farið varð í endaspælið.


Ioana rykti

Fyrstu løtuna av dystinum tóktist, sum um liðini bæði skuldu læra hvørt annað at kenna. Kanska átti Stjørnan betra spælið hesa løtuna, og millum annað riggaði framrættaða verjan hampuliga væl, soleiðis at nøkur skjót kontraálop fingust í lag. Trupulleikin hjá heimaliðnum hesa løtuna var tó, at verjan als ikki fekk fatur á stórskjúttanum hjá VÍF. Iona Rápa var í fullum snúningum frá fyrsta bríkslið, og nærum einsamøll syrgdi hon fyri, at VÍF tíðliga í dystinum vann seg nøkur mál framum.

Eftir at hava umskipað verjuna til eina 5-1, har Joan var eittari, fekk heimaliðið betri fatur á, men nærri gestunum komu tær ikki. VÍF hevði nevnliga eisini fingið verjupartin upp á pláss, og ikki minst tóktist Manuela Stan í málinum at vera hitna nakað. Fleiri góðar bjargingar frá henni syrgdu fyri, at Stjørnan varð hildin frá fatinum, og spakuliga fekk VÍF soleiðis økt um leiðsluna.


Breiddin er breiðari

Ein av veikleikunum, sum fleiri hava víst á hjá VÍF, hevur verið, at liðið ikki hevur nóg stóra breidd, og at ein skaða kann koppa at kalla øllum korthúsinum. Hetta tosið man tó vera følnað nakað eftir dystin í Klaksvík, tí í fleiri førum sýndu tær gulu, at liðið er meira enn tann eini spælarin.

Fyrsta ferðin var, tá Ioana brádliga small í gólvið. Eingin mótspælari tóktist vera nærhendis, men rumenin varð liggjandi, og meðan hinar óttafullar hugdu at, varð stórskjúttin stuðlað út av vøllinum. Meðan boð vórðu send eftir sjúkrabili, noyddust liðfelagarnir at stríðast víðari, og hevði Stjørnan væntað ein lættari dyst av hesum, so fóru tær skeivar. Aðrar ? Fyrst og fremst Jacklin ? tóku nú yvir, og syrgdu tær fyri, at munurin ikki var tódnaður, áðrenn farið varð til hálvleik.


Sendi sjúkrabilin heim

Hóast tað ikki gekk long tíð, áðrenn sjúkrabilur kom á staðið, so noyddist portørarnir tómhentir til húsa. Talan var allarhelst um krampa í eymu leggjunum ? Nakað, sum eisini rakti Nicoletu ? og tá seinni hálvleikur byrjaði, vóru tær báðar rumensku aftur á vøllinum.?

Hóast hetta, so var tað tó Stjørnan, sum byrjaði seinna hálvleik betri. Við skjótum og ágangandi spælið minkaðu tær skjótt um munin, og brádliga tóktist VÍF leiðslan als ikki so trygg longur. Nakrir óneyðugir álopsfeilir frá heimaliðnum kostaðu tó dýrt í hinum endanum, og dysturin tóktist nú at hava tikið sína avgerandi vend. Ikki minst, tá Annika fyrst skeyt brotskast á tvørtræið, fyri síðani at knalla returin á stongina, tóktist tað greitt. Hetta skuldi ikki gerast dagurin hjá Stjørnuni.


Spenningur til tað síðsta

Stjørnuleikararnir fullu tó á ongan hátt í fátt. Áhaldandi stríddust tær víðari, og tá so Rannvá í málinum brádliga fann stórspælið fram, kom aftur spenningur í. Munurin minkaði nú aftur niður í tvey mál, men enn eina ferð megnaðu tær gulu at svara aftur.

Sum eina seinastu roynd fór Stjørnan undir at mansverja bæði Sóleyð og Jacklin, men tað tóktist, sum um gestirnir høvdu roknað við, at so fór at verða. Í øllum førum trivust tær munandi betri enn heimaliðið við at spæla fýra móti fýra, og hesa seinastu løtuna nýttu tær til at sláa sigurin rimmar fastan. VÍF mundi tó fáa ein skelk, tá Sóleyð Mikkelsen í einum gjøgnumbrotið brast í gólvið. Ógvusligt sá tað út, tá hon fór av vøllinum við blóði í andlitinum, men lítla løtu seinni var hon aftur á vøllinum. Leiklutur hennara hesa seinastu løtuna varð tó skerdur til álopspartin, men hetta mundi hon ikki leggja stórvegis í, tá hon saman við liðfeløgunum kundi fegnast um týdningarmikla sigurin, eftir at dómaraparið hevði blást fyri seinastu ferð.

Tá høvdu áskoðararnir eisini verið vitni til eitt satt drama, har tað eisini stóð nógv á leikarunum. Hetta seinasta eisini undirstrikað av, at av 15 brotskøstum vórðu ikki færri enn 10 misnýtt ? ella kanska eisini var hetta tekin um tvey framúr málverjaavriki.


Gullstríðið avgjørt

Fyri FM-kappingina eru kanska fleiri av teirri fatan, at VÍF nú mest sum hevur avgjørt, hvønn veg gullmerkini skulu fara. Gaman í hava tær enn fleiri torførar dystir eftir, men alt í alt skal helst vilja illa til, um tær ikki skulu halda fast um oddasessin.

Tá hetta er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at tær eisini eiga oddasessin uppibornan. Liðið virkar í størri og størri mun sum ein eind, og at stríðsviljin eisini er til staðar, sýndu tær so avgjørt í dystinum hóskvøldið. Tað var nevnliga ikki bert tað poleraða spælið, sum tryggjaði sigurin, men eins nógv ein sterk verja, nøkur góð einmansavrik og so viljin at geva seg 100%. Tað góvu tær á Stjørnuliðnum eisini, men hóskvøldið vísti tað seg bara ikki at verða nóg mikið.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Joan M. Joensen 4, Anna K. Samson 4, Annika Ljósstein 3(2), Vesna Tomajek 3(2), Una Olsen 3, Simona Dziugyte 2

VÍF: Ioana Rápa 6, Nicoleta Radu 6, Jacklin Durhuus 4, Sóleyð Mikkelsen 3(1), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Fríða Marjunardóttir 2

Brotskøst: Stjørnan 10, VÍF 5

Útvísingar: Stjørnan 4, VÍF 6

Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Prógvaðu týdningin av royndunum, tá teir uttan stórvegis hóvasták stýrdu einum dysti, sum fekk blóðið í kók hjá bæði leikarum og áskoðarum.