Hvørki hjá monnunum ella kvinnunum var oddaliðið í dysti hetta vikuskiftið, men úrslitini lagaðu seg væl fyri tey bæði liðini hjá Kyndli, sum nú eisini er greiður favorittur at vinna kappingina hjá monnunum.
Kappingin í bestu mansdeildini er framvegis rættiliga opin, men ósigurin hjá VÍF á heimavølli móti Neistanum ger, at teir framvegis eru fimm stig aftanfyri Kyndil, nú bæði hesi liðini hava spælt sjey dystir. H71 fekk ein hvøkk móti Tjaldrinum og líktist ikki einum føroyameistara, meðan úrslitini hjá StÍF stutt og greitt eru ov óstøðug til, at teir eru besta boð upp á ein FM-vinnara.
Tað sama ger seg galdandi fyri Neistan, sum eingin hevði roknað við í Vestmanna, men sum við skilagóðum spæli setti føroyameistararnar upp á pláss.
Kyndil er tvey stig frammanfyri næsta liðið, sum er H71, og teir hava spælt ein dyst færri enn grannarnir úr Hoyvík. Komandi sunnudag spælir Kyndil móti Neistanum, og tað kann gerast rættiliga áhugavert. Um tað eydnast Kyndli at vinna her eisini, má sigast, at teir grønu liggja sera væl fyri, áðrenn endaspurturin verður settur inn.
Fyri Tjaldrið var dysturin móti H71 seinasti møguleiki at sleppa undan at enda á aftasta plássinum. Teir eru framvegis átta stig aftanfyri KÍF, og Tjaldrið hevur bert átta stig eftir at spæla um, so teirra endastøða er nú vís. Tað frættist annars, at eingin upp- og niðurflyting verður í 1. deild hjá monnum í ár, og um so er, kunnu vit bert fegnast vegna Tjaldrið, sum ikki hevur fingið nakað stig enn, men sum hevur verið óheppið í fleiri dystum.
Kyndil skal bert
hava fýra stig afturat
Hjá kvinnunum hevur kappingin leingi sæð út til at verið avgjørd. Kyndil hevur vunnið allar sínar sjey dystir í endaspælinum, og hini úrslitini hava eisini verið føroyameistarunum eftir vild. Soleiðis var eisini sunnudagin, tá Neistin ikki megnaði at vinna í Klaksvík og tí framvegis er átta stig aftanfyri við tíggju stigum eftir at spæla um.
Størsti avbjóðarin er nú aftur Stjørnan, men tær kunnu framvegis iðra seg um, at dysturin móti júst Kyndli í Havn tann 31. januar varð taptur. Hevði Stjørnan vunnið tá, hevði munurin bert verið eitt stig, og so hevði alt sum vera man verið púra opið. Nú er munurin í staðin fimm stig, og einki bendir á, at Kyndil missir so nógv stig, at tær verða trokaðar av ovastu rókini. Sum støðan er nú, skal Kyndil bert hava fýra stig burtur úr sínum fimm írestandi dystum, so er gullið komið í hús.