VÍF vann 25-22 í aðru kvinnufinaluni, og neyðugt verður við eini triðju finalu í morgin, sunnudagin.
Í fyrra hálvleiki var dysturin líkur dystinum mikukvøldið, men í seinna hálvleiki tóktist orkan hjá Kyndli at ganga undan, og tá ið VÍF komu á odda við 4 málum fingu kyndlakvinnur ikki komið afturíaftur.
Durita Jojic var ein áhaldandi hóttan við einum stórum trýsti, ið ofta gav møguleikar til bæði seg sjálva og viðleikararnar. Eisini vann VÍF málverjudystin, har bæði Kristina og seinni Fríða høvdu óteljandi týðandi bjargingar, meðan tað hepnaðist serliga Duritu at fáa bóltin fram við Maju í kyndlamálinum.
Nú er lagt upp til ein altavgerandi dyst í Vestmanna í morgin, sunnudagin, klokkan 16.00.
In.fo og Rás2 verða á staðnum
Beinleiðis tekstafrásøgnin frá dystinum í dag kann lesasast niðanfyri:
25 -22 til VÍF - Dysturin er av!
60 min
25-22 Bjarta skorar í seinastu løtu
60 min
25-21, Kyndil minkar um munin, men VÍF svar aftur alt fyri eitt
60 min
24-20 Marianna skjýtur eitt gott mál
59 min
24-19 Durita Jojic heldur fram at skora
59 min
23-19 Kyndil fær pyntað um úrslitið. VÍF tekur time-out.
58 min
23-18 Jacklin Durhuus skúgvar allan iva til viks. Dysturin er avgjørdur
57 min
22-18 Fríða Petersen bjargar. Kyndilsleikararnir tykjast at ásanna at dysturin er taptur
56 min
22-18 Kyndil fáa møguleika í skjótálop, men missa bóltin
55 min
22-18 eftir brotskast
55 min Kyndil tekur time-out
53 min
22-17
51 min
21-17 Fríða Petersen er komin inn í VÍF-máli, og hon bjargar frá høgra vongi
51 min
21-17 eftir brotskast
50 min
21-16 Agnas Olsen sleppur ígjøgnum. Nú sær gott út hjá VÍF
48 min
20-15 Liljan skorar aftur eftir brotskast
47 min
19-15 Ásleyg Súnadóttir minkar um munin frá høgra vongi
45 min
19-14 Maja stórbjargar, men Kyndil tveitir bóltin burtur í skjótálopinum
44 min
19-14 VÍF vinnur bóltin og Durita Jojic økir enn einaferð
42 min
18-14 Kristina bjargar frá høgra vongi, nú sær trupult út hjá Kyndli, ið eisini fær eina útvísing til Turið Arge stutt eftir
42 min
18-14 Durita Jojic fær enn einaferð bóltin inn, hóast Maja rakar hann
41 min
17-14 Anja Eliasen skorar av vonginum
40 min
17-13 Kyndil fáa ein glotta nú tá ið ein VÍF-leikari verður útvístur
38 min
17-13 VÍF eru oman á nú og skora av strikuni
38 min
16-13 Kyndil fær endilliga minkað um munin
37 min
16-12Enn ein teknisk villa frá Kyndli. VÍF skora í mótálopinum.
36 min
15-12 Kyndil tekur time-out eftir nógvar villur í seinna hálvleiki
36 min
15-12 VÍF vinnur bóltin og Agnas Olsen sleppur í skjótálopå
35 min
14-12 Liljan Djurhuus fær eitt flott langskot
34 min
13-12 Maja bjargar móti Duritu
33 min
13-12 VÍF fær brotskast og ein kyndilsleikari verður vístur út. Liljan skorar
33 min
Kristina bjargar enn einaferð av høgra vongi
32 min
12-12 Turið Arge fær fatur á einum hepnum bólti og skorar trygt
31 min
12-11 Liljan Djurhhus skorar brotskast
31 min
11-11 Turið Arge skorar av vonginum
31 min
11-10 Agnas Olsen skjýtur standandi skot
30 min
Annar hálvleikur er byrjaður. Kyndil Hevur bóltin
Hálvleikur
Tað stendur á púra jøvnum, 10-10, eins og tað gjørdi mikukvøldið. Stóri leikarin í dag er Durita Jojic, ið hevur hepnast við meginpartinum av sínum skotum. Hon hevur eisini skotið 6 av 10 málum fyri vestmannakvinnur.
Í VÍF málinum hevur Kristina fingið fatur á heilt nógvum, hóast kyndlakvinnur eru komnar til góðar møguleikar frá vongunum.
Kyndlaverjan stendur sera sterk og er ágangandi móti Liljuni Djurhuus og Agnas Olsen, men tær hava trupult at steðga Duritu, ið fleiri ferðir er lopin upp um kyndlaverjuna.
Alt er opið undan seinna hálvleiki.
30 min
10-10 Durita Jojic skjýtur enn einaferð eitt hart skot í málið. 10 sekund eftir. Kyndil rakar stongina í seinasta sekundinum
28 min
10-9 Ásleyg leggur Kyndil á odda
27 min
9-9 Bára Hansen við enn einum renniskotið
25 min
9-8 Brotskast til VÍF og ein kyndilsleikari skal út í tveir minuttir. Liljan Djurhuus skorar
25 min
8-8 Bára Hansen javnar
24 min
8-7 Durita Jojic kemur ígjøgnum
23 min
7-7 Súna Hansen hepnast við standandi skotið
22 min 7-6 Súna Hansen sníkir seg gjøgnum verjuna
22 min
7-5 Durita verður nú víst av vølli í tveir minuttir
21 min
7-5 Durita Jojic fær hesuferð eitt heldur heppið langskot inn, Kristina bjargar í hinum endanum
20 min
Kyndil skorar, men dømt verður fyri yvirtraðki
19 min
6-5 Kyndil vísir mansverju av bæði Agnas Olsen og Liljuni Djurhuus. VÍF tekur time-out fyri at loysa hetta
18 min
6-5 Brotskast til Kyndil. Marianna G. Eystberg skorar
18 min
Kyndil tekur time-out. Tær hava havt tað trupult av Duritu seinastu løtuna
17 min
6-4 Durita Jojic skjýtur enn eitt sannførandi langskot
15 min
5 - 4 Durita Jojic skjýtur eitt gott langskot í netið
15 min
4-4 Ein eins jøvn finala hesuferð, nógvar bjargingar í hvørjum enda
14 min
4-4 Durita Jojic javnar, og ein Kyndilsleikari verður útvístur
14 min
3-4 Marianna Eystberg skorar
11 min
3-3 Turið Arge Samuelsen avgreiðir skjótálop
9 min
3-2 Jacklin Durhuus skorar. Kristina í VÍF-málinum bjargar stutt eftir
8 min
2-2VÍF fær eina útvísing, og stutt eftir verður dómt brotskast ti Kyndil. Marianna Eystberg javnar
7 min
2-1 Agnas Olsen skorar
5 min
1 -1 Kyndil verjir høgt á bakkunum, og VÍF verður dømt fyri drál
3 min
1-1 VÍF javna, og hava møguleikan at økja stutt eftir við skjótálopi, men Maja tekur
1 min
Kyndil fær bóltin, missir hann, men VÍF tekur ikki av. Kyndil á bóltinum, og Anja Eliasen skorar til 0-1
1 min
Durita Jojic verður takklað, og hevur nakað av pínu, men spælir víðari.
0 min
Liðini eru upphitaði, upprópt og til reiðar at fara undir avgerandi dystin í fer í gongd nú
0 min: Liðini eru farin í holt við upphitingina og høllin fyllist í hvørjum av áskoðarum
Undan dystinum
Klokkan 16:00 byrjar seinna finalan um føroyameistaraheitið í kvinnuhondbólti millum VÍF og Kyndil.
Dysturin er í Vestmanna, og heimaliðið vónar eitt betri álopsavrik enn í fyrru finaluni, har VÍF tapti 19-16 fyri Kyndli.
VÍF var roknað sum stórfavorittur undan finalunum, men Kyndil prógvaði mikukvøldið at tær hava neyðugu góðskuna at koppa VÍF.
Lesið upptaktina við at trýsta her
Rás 2 varpar dystin beinleiðis út (trýst her) og KVF stroymir eisini dystin (trýst her).