Í tíðindaskrivið í gjárkvøldið kunngjørdi VÍF, at Dia Midjord, sum er av royndastu venjarum og hevur venjaraútbúgving á hægsta stigi í Europa, hevur gjørt eitt árs sáttmála við VÍF.
– Hetta er ein spennandi uppgáva, sum eg gleði meg til, tí hondbóltur er høgt í metum í Vestmanna, sigur Dia Midjord, sum síðstu trý árini hevur vant mansliðið hjá Kyndli og staðið á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum.
Áðrenn tað vandi hann menninar hjá VÍF og var venjari, tá VÍF seinast vann FM-heitið í 2005. Við honum sum venjara spældi liðið seg í eina FM-finalu aftrat, og øll trý árini var VÍF í steypafinaluni, men tað eydnaðist ikki at vinna meira.
Formaðurin í VÍF heldur, at vestmenningar hava fingið rætta mannin at taka sær av liðnum.
– Vit vildu hava fatur á einum royndum venjara, sum kundi geva liðnum nakað. Tað hevur drigið eitt sindur út at fáa spurningin avgreiddan, men vit halda, at tað hevur verið alla bíðitíðina vert, sigur Niels Joensen, formaður í VÍF.