Vágafólk rinda bara ein viðfáning av tunlinum

Tað eru onnur enn Vágafólk, sum rinda nógv tað mesta fyri Vágatunnilin

Tað eru ikki Vágafólk, sum bera tað tyngstu byrðuna í sambandi við at gjalda Vágatunnilin.

 

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Hann sigur, at tvørtur ímóti eru tað streymoyingar, eysturoyingar og norðoyingar sum brúka vágatunnilin nógv mest.

Niðurstøðan av tí má so eisini vera, at tað sostatt eisini erutey, sum rinda nógv mest fyri tunnilin.

 

Jørgen Niclasen, tingmaður, hevur spurt hann, nær tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.

 

Seint seinnapartin skrivaðu vit, at tað er ikki ætlanin at gera tað ókeypis at koyra.

 

 

Les eisini: Bummgjaldið verður IKKI avtikið enn

 

Les eisini: Neyðugt at halda fram við bummgjaldinum

 

 

Løgmaður sigur, at síðani Vágatunnilin varð tikin í brúk í desember í 2002, hevur hann tilsamans havt 310 milliónir krónir í inntøku av bummgjaldið.

 

Frá 2003 til 2016 hava inntøkurnar verið 22 milliónir krónur um árið í miðal, men seinastu trý árini eru inntøkurnar minkaðar eitt sindur av teirri orsøk, at bummgjaldið er lækkað. Í fjør var inntøkan av bummgjaldið sostatt 16 milliónir krónur.

 

Tá ið tunnilin lat upp, kostaði tað 112 krónur at koyra ígjøgnum við túrahaldi, men nú kostar tað 30 krónur. Kostnaðurin fyri ein einstakan er nú 100 krónur, men tá ið tunnilin læt upp, kostaði tað 188 krónur.

 

Annars vísa greiningar, at 50% av gjaldandi brúkarunum av Vágatunlinum eru heimahoyrandi í Streymoynni, ímeðan onnur knøpp 20% eru heimahoyrandi í serliga Eysturoynni og Norðoyggjum.

 

Nógv bendir á, at hesi 70% av brúkarunum serliga eru umboðandi ferðslu til og frá Vága Floghavn. Annars eru vágafólk bara ein slakur triðingur av teimum, sum brúka Vágatunnilin.