Tað er nú greitt, at vágafólk sleppa at siga sína meining um kommunurnar í oynni skulu leggja saman.
Tað er nakað síðani, at felagskommunan í Vágum gjørdi av at biðja tey trý bygdaráðini í Vágum taka støðu til, um fólkið í teirra sókn skal vera við í eini fólkaatkvøðu um at leggja kommunurnar í oynni saman.
Ætlanin var at hava hesa fólkaatkvøðuna um samanlegging samstundis sum løgtingsvalið er, tí tá skulu fólk á val kortini og mett verður, at sostatt ber til at fáa eina rættiliga høga valluttøku og sostatt eisini ein álítandi fráboðan um, hvat folk halda.
Spurningurin skuldi takast til viðgerðar í teimum trimum bygdaráðunum um skjótast og í hesi vikuni hava bæði bygdaráðið í Miðvági og í Sandavági tikið støðu til málið.
Og í báðum bygdaráðunum varð tað samtykt at hava fólkaatkvøðu í bygdunum.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at tað var ein samt bygdaráð, sum tók undir við at hava fólkaatkvøðu í Sandavági um kommunusamanlegging.
So lætt gekk tað ikki í Miðvági, tí har reið um snarið og endaliga støðan var, at fýra bygdaráðslimir tóku undir við fólkaatkvøðuni og tríggir vóru ímóti.
Teir, sum atkvøddu fyri vóru Napolion Magnussen, borgarstjóri, Johannes Klein, Elias Næs og Dánjal A Hansen.
Og sum tað ljóðaði á bygdaráðsfundinum tók hesin sami Dánjal A Hansen ikki støðu fyri á sjálvum bygdaráðsfundinum, beint áðrenn atkvøðast skuldi
Teir, sum atkvøddu ímóti vóru sostatt Joen Pauli Frederiksen, Johannus Ellefsen og Georg F. Hansen.
Teir, sum vóru ímóti gjørdi allir staðiliga greitt, at teir vóru ikki ímóti eini fólkaatkvøðu sum so, men teir hildu, at skotbráið var alt ov stutt.
Teir vístu á, at tað skuldi eitt stórt kunnandi arbeiðið gerast og tað varð tað ikki stundir til og samstundis fer øll kunningin at hvørja í teimum báðu valstríðunum sum verða, fyrst til fólkatingsvalið og síðani til løgtingsvalið.
Tí vildu teir heldur hava eina fólkaatkvøðugreiðslu seinni í 2008.
Forsprákararnir fyri fólkaatkvøðuni hildu, at tað var onki í vegin fyri at veita borgarunum nóg góða kunning upp á tveir og ein hálvan mánað.
Teir vístu eisini á, at tað var ikki av tilvild, at fólkaatkvøðan skuldi vera samstundis sum løgtingsvalið, tí tá skuldi fólk á val kortini og tí var væntandi, at valluttøkan fór at vera høg og so mikið sterkari var úrslitið av fólkaatkvøðuni kjølfest.
Miðvágur og Sandavágur
Bygdaráðslimir í Miðvági halda, at hóast Sørvágur ikki vera við, er tað rætt, at Miðvágur og Sandavágur leggja saman kortini, tí tær báðar bygdirnar eru so tættar og hava so nógv samstarv, at tað hevði verið at kalla bara ein avgreiðsluspurningur.
Hesum er Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági ikki heilt ósamd í.
- Tað einasta, Sandavágur og Miðvágur ikki ikki samstarva um, er at kalla bara barnaansinging og sjálv tann kommunala umsitingini, sum ikki eru felags.
Og Rósa Samuelsen sigur, at tað er ov tungt at umista alt samstarvið. Felags nevndir skulu setast í sambandi við hvørt samstarv og hvørt mál skal viðgerast í tveimum bygdaráðum. Vil annað bygdaráðið hava broytingar. Má viðgerðin ganga umaftur. Og alt nevndararbeiðið er heldur ikki heilt ókeypis.
- Sjálvt um bygdaráðini ofta hava felagsfund, tá ið stórmál eru til viðgerðar, er tað ov tungt at umsita eitt samstarv, so leggja kommunurnar saman, verður eitt umsitingarligt lið spart burtur.
Hinvegin vístu bygdaráðslimir í Miðvági á, at endar tað við, at miðvágur og Sandavágur leggja saman, verður talan um eina kommunu við sløkum 2000 fólkum, so talan verður ikki um eina serliga stóra kommnunu.
Verður øll Vágoy lagt saman í eina kommunu, er talan um eina kommunu við 3000 fólkum og so fer at líkjast.
Men so er tað eisini ein spurningur, hvat Vestmanna og Kvívík gera.
Áðrenn næsta ár eru farið skulu tær báðar kommunurnar gera av, um tær vilja teljast upp í vesturøkið, altso Vágar, ella um tær vilja teljast upp í Suðurstreymoy, altso Havnina.
Men tað er eisini greitt, at Vestmanna og Kvívík skulu semjast um, hvønn veg tær fara, tí tað liggur ikki í kortunum, at tað skal bera til hjá aðrari kommununi at fara annan vegin og hinari kommununi at fara ein annan veg.
Velja tær báðar kommunurnar í Norðurstreymoy eisini at fara upp í vesturøkið, verður talan um eina kommunu upp á 5000 fólk og so er brádliga talan um eina stóra kommunu.
- Tess fleiri vit eru, tess sterkari standa vit og tess betri eru vit fyri, serliga nú allar Føroyar eru gjørdar til eitt valdømi, sigur Rósa Samuelsen.
Hon leggur afturat, at avgerðin hjá Sandavágs Bygdaráð um at vera við í fólkaatkvøðuni, er bygt á tað fortreyt, at fleiri og fleiri øki verað løgd undir kommunurnar at umsita og at samanlegging er neyðug fyri at kunna geva borgarunum ta tænastu, teir hava krav upp á.
Nú bæði Miðvágur og Sandavágur hava tikið støðu, verður bíðað í spenningi eftir, hvat sørvingar siga, men tað verður greitt í næstum.
À myndini er bygdaráðið í Miðvági. Frá vinstru sita Elias Næs, Dánjal A. Hansen. Johannus Ellefsen, Napolion Magnussen, borgarstjóri Joen Pauli Frederiksen Georg F. Hansen og Johannes Klein