FLOGBÓLTUR
Tveir dystir vóru á skránni hjá meistaradeild kvinnum í gjár. Dráttur vitjaði hjá KÍF í Kollafirði, meðan SÍ tók ímóti botnliðnum Mjølnir.
Kappingin hjá kvinnum hevur sæð óvanliga jøvn út í ár. Undan hvørjum dysti er ilt at meta um, hvat lið fer at vinna, og tað tykist, sum dagsformurin er avgerandi, hvat lið vinnur á hvørjum. Úrslitini í gjár lagaðu seg tó soleiðis, at fýra lið nú hava lagt seg jøvn í oddin, eftir at bæði vágaliðini, Dráttur og SÍ, vunnu tryggar sigrar í gjár.
Dráttur hølvaði KÍF av
KÍF tók ímóti Drátti í høllini í Kollafirði. Undan dystinum høvdu bæði liðini tvey stig, og tí var týdningarmikið hjá báðum liðunum at vinna dystin.
Í fyrsta setti legði Dráttur væl fyri. Tær løgdu seg á odda við eini 3-4 stigum, og hesa leiðslu hildu tær langt út í settið. KÍF var tó alla tíðina væl við í dystinum, men tær høvdu stórar trupulleikar við at fáa servurnar yvir um netið, og við hesum fingu kvinnurnar úr Drátti nógv løtt stig.
Móti endanum av settinum nærkaðist KÍF, og eitt skifti var bert eitt stig á muni, men so dróg Dráttur aftur frá og vann at enda settið 21-25.
Í øðrum setti fekk KÍF nógv betru byrjanina, og tær løgdu seg á odda beinanvegin við trimum stigum. Men tað var týðiligt, at hetta var ikki dagurin hjá KÍF. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, hevingarnar lógu illa, og so kempaðu kvinnurnar hjá Drátti sera væl. Mitt í settinum var gongdin vend, og nú hevði Dráttur lagt seg á odda. KÍF royndi tó at blíva við at stríðast, og seint í settinum koma tær aftur uppá javnleik 21-21.
So hevði Dráttur fingið nóg mikið. Tær vunu fýra bóltar á rað, og sostatt vunu tær settið 21-25. Nú var støðan 2-0 til Drátt í settum, og tað stóð illa til hjá KÍF.
Hjá Drátti stóð hinvegin heilt væl til. Verjan stóð væl, álopið hekk væl saman og so sá viljin út til at vera væl betri hjá vágaliðnum henda dagin, enn hann var hjá KÍF.
So fóru bæði liðini í gongd við triðja sett. Hjá KÍF var hetta seinasti møguleiki at venda dystinum, og tíðliga í settinum sást, at tær vildu gera alt fyri at vinna. Tær kempaðu væl, og sjálvt um tær vóru aftanfyri við fýra stigum, so fingu tær kempað seg upp á javnleik 14-14 mitt í settinum.
Ilt er at meta um, hvat hendi eftir hetta. Men knappliga steðgaði fullkomiliga upp hjá KÍF. Dráttur vann allar bóltarnar í álopinum, og verjan fekk teir mest ómøguliga bóltarnar yvir um aftur netið. Frá støðuni 14-14 økti Dráttur støðugt, og løtu seinni høvdu tær vunnið settið 16-25.
Hetta var ein sera góður endaspurtur hjá Drátti, men hetta var kanska ikki so óvæntað. Tær vóru betra liðið allan dystin, og teirra spæl hekk nógv betur saman enn spælið hjá kvinnunum úr Kollafirði. Tær vóru betri í verjuspælinum, betri í álopsspælinum og so kempaðu tær eisini meir. Stutt sagt var sigurin fult uppiborin.
SÍ vann á Mjølni
Í hinum dystinium tók SÍ ímóti Mjølni í Sørvági. Mjølnir hevur havt tað trupult í ár, og undan dystinum høvdu tær enn einki stig fingið. Tí var SÍ stórur favorittur undan dystinum, og hesum trýstinum kláraðu tær væl at standa ímóti. Tær vunnu nevniliga ein tryggan 3-0 sigur.
Sjálvt um dysturin endaði 3-0, so var munurin á liðunum ikki so stórur. Í fyrsta setti lat SÍ ongantíð nakran iva vera um, hvat var betra liðið. Hetta settið vunnu sørvágskvinnur trygt 25-19.
Annað sett bleiv væl javnari. Her kempaði Mjølnir væl, og tær fylgdu SÍ alt settið. Men enn einaferð gjørdust sørvágskvinnur drúgvar, og at enda vunnu tær hetta settið 25-22.
Nú skuldi Mjølnir vinna restina av settunum, um tær vildu hava síni fyrstu stig á stigatalvuna. Hetta hendi tó ikki, og sjálvt um tær vóru væl við í triðja setti eisini, so vann SÍ eisini hetta settið 25-23.
Nú hava so bæði SÍ og Dráttur fýra stig, og tær hava sostatt lagt seg undir liðuna á TB og ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum.