Ov nógv skip avreiða til Kósina í Klaksvík, og tí er ætlanin at selja tvey burturav Trolararnir Safir og Smaragd hava ligið á Klaksvík í eina tíð, tí skipini hava ikki fingið fól, og nú skrivar Vágaportalurin, at trolararnir kanska enda í Vágum.
Sagt verður, at Hálvdan Gudmundsen tingast við Jóhan Páll Joensen, reiðara um at keypa tey bæði skipini. Sambært Jóhan Páll Joensen eru ov nógv skip, sum avreiða til Kósina. Teir hava átta skip, og seks er ríkiligt, sigur reiðarin.
Safir hevur hoyrt heima í Vágum fyrr. Tá æt hann Føstuvarði og hoyrdi heima í Miðvági.