Upptakt
Í HB er eingin ivi um, at alt annað enn trý stig er ikki nøktandi. Føroyameistararnir hava bert fingið eitt stig av seks møguligum í teimum báðum fyrstu leikumførunum í landskappingini, og tá ið mótstøðuliðini hava verið Skála og EB-Streymur, eru teir í havnarfelagnum alt annað enn nøgdir. Hinvegin hava vágbingar havt fitt av vindi í seglunum seinastu tíðina, og tá ið teir vóru í Gundadali fyri viku síðani, bastu teir B36.
Liðskiparin ivasamur
Einasta ivamálið hjá HB undan dystinum sunnudagin er, um liðskiparin Rúni Nolsøe verður klárur til at taka dystin upp við sínar bygdarmenn. Rúni var ikki við í fjórðingsfinaluni seinasta vikuskifti, og sum skilst verður hann testaður stutt undan dystinum sunnudagin, so at greiða kann fáast á, um hann er førur fyri at spæla. Hvørki Hans á Lag ella Bárður Johannesen eru tøkir enn, men væntandi fer Hans undir aftur venjingina um eina viku, meðan tað verður væl drúgvari hjá Bárði.
Milan við aftur
Vágbingar hava alt fólkið tøkt, ið var við til at basa gullfavorittunum úr B36 seinasta vikuskifti. Onkrir leikarar fingu smávegis snuddir undir tí dystinum, men allir eru tó klárir aftur sunnudagin. Harafturat er stýrimaðurin á miðvøllinum hjá VB, Milan Kuljic, við aftur, eftir at hann hevði leikbann ímóti B36 í fjórðingsfinaluni um Løgmanssteypið. HB og VB hava hitst tvær ferðir áður í hesum kappingarárinum, tí liðini vóru í bólki saman í kappingini um Løgmanssteypið, og tá vunnu vágbingar 4-0 á heimavølli, meðan havnarmenninir vunnu 6-0, tá ið leikt var í Gundadali.