Klaksvíkingar fylgja væl við B36 í stríðnum um silvurkrónurnar. At spæla móti VB á Vágseiði verður altíð mett sum torfør uppgáva. Tað plaga klaksvíkingar eisini at siga, men hesa ferð komu teir so væl frá tí, sum sjáldan áður.
Hvussu tað hevði myndast, um Jón Pauli Olsen hevði fingið mál í staðin fyri at senda í stólpan, tá bara ein lítil løta var farin, kunnu vit altíð gita um.
VB legði bragdliga fyri, og teir trýstu nógv fyrsta hálva tíman, men tá KÍ økti til 2-0, fór luftin úr heimaliðnum, sum tóktist hava sligið seg til tols við, at í ár flyta teir ikki niður, og í ár vinna teir sær ikki rætt at taka lut í altjóða fótbólti komandi ár.
Kurt í hopla
Eyðun Kjærbo hevði til uppgávu at ansa Kurt Mørkøre, sum aftur spælir í KÍ álopinum og tykist trívast væl. VB verjumaðurin hevði stórar trupulleikar at fylgja við klaksvíkinginum, og miðskeiðis í seinna umfarinum varð hann skiftur út við beiggjan, Janus Kjærbo. Men tað tóktist gera tað sama, hvør mótstøðumaðurin hjá Kurt var.
Kurt Mørkøre var einsamallur á toppinum, meðan Arnold Joensen reikaði nógv beint aftanfyri fremsta mannin.
KÍ setti hol á, tá 22 minuttir vóru farnir. VB verjan var tøvandi, tá Marek sendi fríspark í brotsteigin, Kurt Mørkøre fekk loyvi til við høvdinum at senda tvørturum, og Heðin á Lakjuni, sum hesa ferð var á miðvøllinum prikaði inn um Bjarna Johansen.
Luftin fór úr VB, tá Kurt Mørkøre fór undir sítt lítla privata sjov. KÍ maðurin fekk bótlin eitt sindur frammanfyri miðstrikuna, fleiri klaksvíkingar bjóðaðu seg til, og vágbingarnir hugsaðu meiri um hesar, enn teir hugsaðu um Kurt, sum dró í brotsteigin og frá eitt sindur spískum sendi framvið málverjanum.
Eftir steðgin var týðuligt, at royndu klaksvíkingarnir vóru nøgdir og brúktu nógva tíð at spæla bótlin millum sín. VB royndi at koma afturíaftur, men viljin og sinniliga yvirskotið var ikki til staðar, og í staðin fyri vóru tað KÍ og Kurt Mørkøre, sum fingu málini.
Hitt fyrra kom miðskeiðis í hálvleikinum, og tað mundi vera tað vakrasta. Harley Bertholdsen sendi langt og høgt í brotsteigin til skarpa álopsmannin, sum tamdi við bringuni, snaraði sær á og plaffaði kúluna í málið.
Tað restaði lítið at tíð, tá hattrikkið var veruleiki. Nógvir klaksvíkingar vóru við í spælinum, og næstsíðsta fótin á átti Rógvi Jacobsen, sum hesa ferð sat á beinkinum tað mesta av tíðini. Hann sendi flatt innfyri úr høgru, og Kurt Mørkøre setti innaru síðuna á.