Miseydnað samstarv
- Vágbingar sluppu avgjørt at seta síni fingramerki á. Men tíverri hava teir valt at ganga sínar egnu leiðir.
Jens Johannesen er formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð og hann harmast um, at tað ikki eydnaðist at semjast um eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy.
Í Sosialinum í gjár vistu vit at siga, at Vágs Býráð hevur gjørt av at skipa sína egnu Sosialu deild, møguliga saman við porkenningum.
Allar kommunur í Suðuroy samdust í fjør um at arbeiða fram ímóti at stovna eina felags, sosiala deild fyri alla Suðuroy.
Men tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, at vágbingar eru so misnøgdir við útspælið frá Tvøroyrar Býráð, at teir nú hava gjørt av at stovna sína egnu sosialu deild.
Orsøkin til misnøgdina hjá vágbingum er, at eftir ætlan skuldi tann felags sosiala deildin í Suðuroy umsita øll sosialmál, men harumframt eisini alskyns mentamál sum dagrøkt, barnaansing, fólkaskúlan o.s.fr.
Vágbingar kunnu heldur ikki góðtaka, at sosiala deild skal liggja beinleiðis undir umsitingini hjá Tvøroyrar býráð og sostatt beinleiðis undir borgarstjóranum á Tvøroyri.
Vágs Býráð sigur eisini, at Tvøroyrar Býráð hevur ikki vist vilja at broyta skipanina so at full semja fekst um hana.
Eru teirra orð
Jens Johannesen sigur, at sjálvandi var uppleggið hjá Tvøroyrar býráð til at samráðast um.
- At vit ikki hava verið sinnað at gera broytingar, eru teirra orð.
Hann vísir á, at Tvøroyrar Býráð hevði longu stovnað eina sosiala deild. Men í sambandi við, at ætlanin var at stovna eina felags sosiala deild fyri alla oynna, fingu allar kommunur møguleikan at seta síni fingramerkið í hesa tað avtalu, sum skuldi gerast og talan var eisini um at hava opið í Vági.
- Hvørji økið, skuldu liggja undir deildini, skuldi vit eisini avgera í felag, men har væntaði vilji, tí Vágs Býráð føldi, at tað misti ov nógv av sínum myndugleika.
Eftir hansara tykki er eisini mark fyri, hvussu leingi, tey skuldu blíva við at samráðast.
Og nú heldur hann at tað er komið hartil, at nú má nakað henda.
Hann sigur, at samráðingar eru við tær kommunur, sum eru sinnaðar at vera við í eini sosialari deild á Tvøroyri, men tær eru ikki lidnar enn.
Talan er um Hvalba, Fámjin og Sumba. Hinvegin hava porkenningar ikki tikið støðu og hovbingar halda seg heilt uttanveltaðar.
Smidligari loysn
- Eftir tí leisti, vit hava valt, skal Sosiala deild liggja undir eini umsiting hjá eini kommunu. Og eftirsum hon er á Tvøroyri, er tað mest nátúrligt, at hon liggur hjá Tvøroyrar Býráð.
Jens Johannesen hevur skilt tað soleiðis, at tað, sum voldir Vágs Býráði størst trupulleikar at góðtaka, er júst tað, at sosiala deild skal liggja undir umsitingini hjá Tvøroyrar Býráð.
- Hetta er tann leisturin, sum Innlendismálaráðið smidligast og lættast kann góðtaka. Vit arbeiddu eisini við møguleikanum at skipa sosialu deild í ein sjálvstøðugan stovn, men tað hevði kravt lógarbroyting og var tí nógv tvørligari at seta í verk.
- Tí halda vit, at hetta er tann rætti leisturin.
Viðvíkjandi málsøkjunum, sum skulu liggja undir Sosialu deild, sigur Jens Johannesen, at har er ein trupulleiki, at Vágs Býráð hevur ikki somu málsøki undir Sosialu nevnd, sum Tvøroyrar Býráð hevur.
- Eitt nú eru dagrøkt og barnaansing sosialmál á Tvøroyri, men mentanarmál í Vági. Eisini hetta var eisini ein samráðingarspurningur.
Men hevði tað størri týdning at arbeiða skjótt, heldur enn at finna semju?
- Vit hava ikki arbeitt so skjótt. Vit hava havt góða hjálp og vegleiðing frá Bergi Berg, sum hevur arbeitt í longri tíð fyri at finna ein leist, sum øll kunnu góðtaka. Og um eg havi skilt tað rætt, nýtir Vágs Býráð henda sama leistin, nú teir skipa sína egnu deild, so ringur hevur hann ikki verið kortini.
Jens Johannesen sigur, at Bergur Berg hevur gjørt eitt sera professionelt arbeiði.
- Hann hevur snikkað ein sáttmála til, sum kundi verið til gleði fyri allar partar. Hetta var lættasti mátin, og hann valdu vit. Vit hava samráðst um hetta, men vit kunnu heldur ikki samráðast í allar ævir.
Men Jens Johannesen sigur, at hóast talan nú verður um tvær sosialar deildir í Suðuroy, er onki til hindurs fyri, at tær kunnu samansjóast til eina felags deild seinni.
- Tað hevði eg avgjørt onki havt ímóti, leggur hann afturat.