Vágbingar áttu besta endaspurtin

Kappingin millum vágbingar og argjamenn var framúr, men á síðsta metrunum var Tofta Regin drúgvari

Aftur í dag eru gullkrónurnar og steypið fyri at vinna í viðførinum, nú vágbingar og suðuroyingar fyrireika seg at fara av fjarastevnu á Skála og suður aftur um fjørðin.

Talan var um framúr kapping millum Argjabátin og Tofta Regin. Árnfirðingur hekk væl uppií fyrstu løtuna. So dragnaði hann, og harvið stóð kappingin bara millum Tofta Regin og Argjabátin.

Tað skfiti eitt lítið sindur. Onkra løtu var Argjabáturin undan og onkra aðra løtu var Tofta Regin undan.

Tá ið teir fóru undir endaspurtin var tað púra javnt. Men síðstu tøkini munaðu betri hjá Tofta Regini, sum togaði seg ein hálvan skut framum og nú er favorittur at vinna FM kappingina.

1 Tofta Regin 04.37.20

2 Argjabáturin 04.38.16

3 Árnfirðingur 04.41.35

4 Gullbrandur 04.50.10

5 Knørrur 04.54.20

FM støðan

1 Tofta Regin 34

2 Argjabáturin 31

3 Árnfirðingur 23

4 Knørrur 19

5 Gullbrandur 9