Jóna Frida Hentze kom til Danmarkar hósdagin 16. november at stuðla dóttir síni Vígdis Hentze Olsen, nú tað nærkaðist endanum í Kan Du Danse?
Hóast Vígdis hetta kvøldið kundi verið send heim, so var ætlanin alla tíðina at vera í Danmark til aftan á finaluna. Hetta var tó ikki orsakað av eini blindari sannføring um, at dótturin fór at enda í finaluni.
- Vígdis segði longu tá, at hon líka væl sum onkur annar kundi verða send heim. Tí støðið var so høgt, at tað kundi verða smáar detaljur, ið gjørdu av hvør var sendur heim, so eg væntaði einki. Um tað skuldi hent, at hon varð send heim, so kundu vit fari saman at hugt at finaluni, greiður Jóna Hentze, tá vit hitta hana yvirum ein kaffimunn við borðið í lítlu íbúðini hjá Vígdis á Vesterbro.
Ger gerandisdagin lættari
- Eg hevði møguleika fyri at fáa frí og vildi tí gjarna niður at hjálpa henni hesar vikurnar. Eg royni at gera hennara dagligdag lættari. Geri reint, ruddi, vaski klæði, koyri hana ymsa staðni og hjálpi við matgerðini. Hetta við matgerðini er tó ikki altíð so lætt. Vígdis etur sera sunnan kost, proteinríkan og kalloriufátækan, nógv grønmeti, fisk og bert hvítt kjøt. Hon etur heldur ikki eftir klokkan sjey um kvøldið.
Jóna hevur vitjað dóttur sína javnan, síðan hon fór uttanlands í útbúgvingarørindum. Tá Vígdis flutti til Svøríkið at læra til yrkisdansara á Ballettakademinum í Göteborg, fór mamman til Keypmannahavnar at hjálpa henni við flytingini, og tá hon flutti aftur til Keypmannahavnar eftir lokna útbúgving í summar, fór Jóna somuleiðis til Svøríki at hjálpa við flytingini.
- Eg var í Svøríki umleið tvær ferðir um árið, meðan hon gekk á skúla har. Vígdis arbeiður so seriøst við dansinum, at hon t.d. ikki hevur havt tíða at vitja heima í Føroyum seinasta árið, so tí er eisini gott at sleppa niður at vitja hana, sigur Jóna.
Kom ikki heim aftur
Tað er kanska heldur ikki undarligt, at mamman roynir at vera um dóttur sína, hóast hon hevur búð uttanfyri landoddarnar í fleiri ár. Vígdis var nevniliga ikki eldri enn 15 ár, tá hon flutti úr Føroyum til Fjón, har hon fór á ítróttareftirskúla, og síðan tá hevur hon ikki búð heima.
Tað var við blandaðum kenslum, at foreldrini lótu Vígdis fara á eftirskúla, hóast hon var so ung. Systir Vígdis, Tórgerð hevði árið frammanundan verið á ítróttareftirskúla og tí var hetta ikki nýtt fyri tey. Tað hevði eisini alla tíðina ligið í kortunum, at Vígdis skuldi á eftirskúla í Danmark. Vígdis hevði fyrireikað seg væl bæði í ballett og fimleiki, so hetta var nakað, ið tey øll vóru spent um. Eisini var alla tíðina ætlanin, at Vígdis skuldi koma heim til Føroyar at ganga á studentaskúla, tá árið á eftirskúlanum var av.
- Á eftirskúlanum vóru ummælini sera góð, og tey heittu á Vígdis at fara víðari við dansinum. Vígdis fann og syrgdi sjálv fyri at slepp inn grundútbúgvingina í dansi á Steps í Keypmannahavn, greiðir Jóna frá. Hon metir, at hetta var løtan, tá hon skilti, at Vígdis fór at velja dansin, sum sín yrkisveg.
Vildi til New York
Tað gjørdist skjótt greitt, at Vígdis ikki hevði tíð til 3 ár á studentaskúlanum. Eftir grundútbúgvingina í Keypammanhavn, ætlaði hon sær til New York á dansiskúla.
- Tá føldu vit okkum eitt sindur ótrygg við hetta. Hon var ikki blivin 18, og vit mettu, at hon var for bleyt og ung til at skula einsamøll til New York. So vit royndu at tosað við hana, um at fara á dansilinjuna á sjónleikarskúlanum í Keypmannahavn í staðin. Men hetta vildi hon ikki. Hon helt ikki hesa linju vera nóg seriøsa. Men til alla lukku so fóru fleiri, sum hon gekk í skúla saman við á Steps til Göteborg at læra á Ballettakademinum, og Vígdis fór eisini hagar, greiðir Jóna frá.
Tað var tó ikki heilt einfalt, hjá Vígdis at sleppa inn á Balletakademiið. Her kravdist studentaskúli, tí talan er um eina universitetsútbúgving. Men í upptøkuroyndini sannførdi Vígdis upptøkunevndina um, at hon skuldi vera ein av teimum 12 í sloppu inn hetta skúlaárið.
Umframt prógvið, sum Vígdis tók á Balletakademinum í juni í ár, var hennara avrik somikið gott, at hon varð vald ársins dansari á skúlanum.
Vinnur Vígdis finaluna í Kan Du Danse? er ein av vinningunum dansiskeið í New York, so kanska gamli dreymurin nú gerst veruleiki.
Gongur egnar leiðir
Tað er ikki trupult at síggja, at Jóna er errin av dóttrini, ið nú er vorðin eitt kent andlit bæði í Føroyum og í Danmark. Hon sigur:
- Eg eri so trygg við øllum sum hon ger, tí Vígdis ger bara tað, sum hon vil, og hon er bevíst um hvat hon vil. Vígdis hevur altíð torað at gingið sínar egnu leiðir, og hevur ikki latið seg stýrt av hvat hini halda og vilja.
Stuttligt at hitta fjepparar
Men hvussu hevur upplivingin verið, at sæð Vígdis dansað í upptøkuhølunum hjá Kanal 5.
- Eg eri so von við at síggja hana kappast í fimleiki. Tað hevur hon gjørt frá, at hon var heilt lítil. Men eg var eitt sindur spent, hvussu tað mundi fara at ganga. Men tað var faktiskt eitt sindur skuffandi, tí man sá verri enn í sjónvarpinum, so tað var gott at síggja endursendingina dagin eftir, sigur Jóna og heldur fram:
- Eg havi alíkavæl upplivað okkurt stuttligt, t.d. í síðstu sending, tá vóru eini 4 gentur, ið mundu vera umleið 12 ár. Við einum skelti, har tað stóð “Vígdis Danse Rigtig Godt”, tað er nokkso stuttligt at uppliva. Ein onnur hending var á veg út aftan á sendingina. Tá var ein 8 ára gomul genta, sum var har við mammu síni, sum hevði sæð, at vit høvdu tosað við Vígdis. Hon rópti á okkum: Hils Vigdis fra mig og ønsk rigtig tillykke!
Dansaðu á loftinum
Vígdis var 6 ár tá hon byrjaði at ganga til ballett hjá Elsu Mariu í Havn.
- Eg skuldi melda Vígdis og systir hennara Tórgerð til fimleik, men var ov sein at melda tær til, so tí mátti eg velja okkurt annað ístaðin, og tað bleiv ballett. Tær dámdu hetta somikið væl, at tær hildu fram. Hetta var sjálvandi bara einaferð um vikuna, so tað kann ikki samanberast við ballettbørnini á tí Kongaliga. Men tær gingu eisini til fimleik og vóru báðar valdar til úrvalslið í bæði fríum- og amboðsfimleiki. Tær vandu altíð saman. Vígdis hevði í Tórgerð stórusystrina, at hyggja upp til og fáa íblástur frá, og hetta fekk hon nógv burtur úr, sigur Jóna og heldur fram:
Tær plagdu altíð at dansa á loftinum. Tær gjørdu plakatir og vimplar og settu stólar upp til okkum, og so skuldu vit hyggja, meðan tær dansaðu fyri okkum. Tá vit høvdu gestir, máttu vit taka teir við upp á loftið at hyggja, sigur Jóna til endans.
Meðan eg latið meg í jakkan greiðir hon frá, at tá Vígdis hóskvøldið skal á pallin í finaluni í Kan Du Danse? Verður hon væl stuðlað av familju, umframt mammuna og pápin Eliesar Olsen, kemur systurin Tórgerð úr London og onnur familja og vinir úr Føroyum og Danmark at hyggja.