Vígdis Sigmundsdóttir í Leikalund

Í mai mánað, fer Vígdis Sigmundsdóttir, av Stykkinum, at hava listaframsýning í Leikalund.

Vígdis er fødd í 1934 og er dóttir navnframa listamálaran Sigmund Petersen, sála. Hon er upprunaliga útbúgvin sjúkrasystir og innandurarkitektur, men hevur tey seinastu árini arbeitt við list burturav. Hon hevur altíð teknað og málað nógv, men nú fæst hon mest við pappírsklipp, og tað er pappírsklipp, hon borðreiðir við í Leikalund. Hon hevur sín egna arbeiðshátt og fær nógva inspiratión frá tí føroysku náttúruni, sum hon býr mitt í. Henni dámar øgiliga væl tað skiftandi veðrið og ljósið, og allarbest tá sólin gevur henni skuggar at arbeiða við.
Av listaframsýningum uttanlands kunnu nevnast, at hon hevur sýnt fram í Verksted Galleriet í Adelgade í Randers, Hedehusene ved Roskilde, Helligåndshuset í Randers, Gallerie Sct. Gertrud, Kulturhuset Førde og Hyllestad í Noreg. Í Føroyum hevur Vígdis sýnt fram list í Mentamálaráðnum, Smiðjuni í Lítluvík, Lion?s Club í Tórshavn og Eysturoy, Føroya Sparikassa, SMS, umframt at hon hevur sýnt fram á Norðoyastevnu fleiri ferðir.
Allan mai mánaða fáa klaksvíkingar høvi at síggja verk hjá Vígdis Sigmundsdóttir í Leikalund. Framsýningin er opin gerandisdagar millum 10.00-17.30, fríggjadag 10.00-19.00 og leygardag 10.00-14.00.