Vágsbørn fingu fyrsta 3D-prentaran

Sum fyrstu skúli í landinum hevur Vágs skúli fingið ein 3D-prentara.

Vágs skúli fekk í dag eina stórfingna gávu frá einum íslendskum pari, hvørs røtur eru í Vági. Tey eita Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson. Tað er abbi Margrét, Sivar Hjelm, sum var vágbingur.

Sivar Hjelm var føddur í Vági í 1915, men sum 12 ára gamal flutti hann við mammu síni og systkjum til Íslands, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu. Pápin, Jógvan Hjelm, gekk burtur á Vágseiði saman við bróðuri sínum Jaspuri Hjelm og tveimum synum, Anton og Esbern og Sofusi Berg, sum var ættaður úr Hvalba.

Sivar Hjelm flutti aftur til Vágs eitt skifti, men endaði aftur í Íslandi.

Á samkomu í Vágs skúla í dag mintist Margrét G. Scheving aftur á, hvussu abbi hennara plagdi at greiða frá um Vág og Føroyar. 

- Tá eg so kom her fyrstu ferð, so visti eg, at eg var vágbingur. Tá eg kom her fyrstu ferð, upplivdi eg aftur søgurnar, sum abbi fortaldi mær, og sá hann fyri mær á skoytum á Vatninum, eins og hann hevði greitt frá, segði hon.

Tað var fyri at heiðrað minni um abba sín, at Margrét G. Scheving í dag handaði Vágs skúla hesa stórfingnu gávuna, ein 3D-prentara, ein 3D-skannara og eina teldu. 

John Henrik Holm, skúlastjóri, takkaði hjartaliga fyri gávuna, og greiddi frá, at Vágs Skúli við hesum er fyrsti skúli í Føroyum, sum hevur ein 3D-prentrara og ein 3D-skannara.

Skúlastjórin segði eisini, at hetta eru tól, sum Vágs Skúli ikki hevur møguleika sjálvur at keypa, men at tey longu høvdu gjørt av, at 3D-prentari, 3D-skannarin og teldan fóru at verða partur av tøkni-breytini, sum næmingar kunnu velja seg inn á í heyst.

John Henrik ivaðist ikki løtu í, at næmingar í Vágs Skúla fóru at fáa stóra gleði av hesari gávu – og bjóðaði eisini Margrét og Ásbjørn, sum eru í Vági at kalla hvørt ár, vælkomnum aftur í Vágs Skúla næstu ferð, tey vóru í Vági, soleiðis at tey kundu síggja, hvussu næmingarnar fara at gagnnýta hesa stórfingnu gávu.