Vágsdreingir bestir á Vágsfirði

Tað er gott kappróðrarlag á Jóansøku í Vági. Royndin Fríða úr Vági hevur í dag vunnið kappróðurin millum 5-mannaførini við dreingjum.

Tað tók drúgva tíð at fáa fasta startin at rigga soleiðis, sum ætlanin var. Men tá ið startskotið gelti, sprakk Royndin Fríða fyrst avstað, og so hefti einki fyri vágsdreingjum. Argjadreingir umborð á Bliki og tvøradreingir umborð á Firvaldi royndu at renna aftaná, men Royndin Fríða stýrdi tí mesta.

Óvæntað vóru tað skáladreingir umborð á Svani, sum eina løtu bjóðaðu av og hóttu vágsdreingir.

 

 

1 Royndin Fríða 04:57.13

2 Blikur 04:58.19

3 Svanur 04:59.19

4 Firvaldur 05:02.21

5 Teistin 05:04.22

6 Sílið 05:06.03

7 Jallurin 05:09.08

8 Junkarin 05:14.00

9 Beinta 05:15.01

 

1 Blikur 26

2 Royndin Fríða 26

3 Firvaldur 14

4 Teistin 13

5 Jallurin 12

6 Svanur 12

7 Sílið 8

8 Junkarin 1

9 Beinta 0