Vágskvinnur settar upp á pláss

Hondbóltur: VB hevði lítið og einki at gera ímóti oddaliðnum Neistanum, sum vann stórsigur 32-21 í Vági. Við tapinum misti VB týdningarmikið fet í FM-stríðnum

Pætur Albinus

VB hevur havt eitt sera gott kappingarár og ligið væl fyri at røkka FM-finaluni umvegis eitt 2. pláss. Tær hava tó verið í hørðum stríði við Stjørnuna, sum leggur trýst á við at vinna at kalla hvørjaferð. Og hesaferð glapp tað vágskvinnum, sum máttu ásanna, at oddaliðið Neistin var eitt ov sterkt mótstøðulið.

Ein góð løta
VB var annars væl við frá byrjan og lat ikki Neistan renna avstað. Tær spældu við upp til støðuna 4-4, tá ið Neistin – eftir eitt korter – kom í gongd og dróg eitt sindur frá VB. VB gav tó ikki skarvin yvir og helt munin niðri á tveimum málum, men stutt undan hálvleikinum skrædnaði. Tríggjar minuttir fyri hálvleik var støðan 13-11 til Neistan, men so fingu tær trý skjót mál á rað við bara einum aftursvari, soleiðis at Neistin vann sær eina 16-12-hálvleiksleiðslu.

Ov tungt
VB var væl við frá byrjan í seinna hálvleiki og helt munin, men eftir tíggju minuttum fór spælið at koyra betur hjá Neistanum og tær drógu av álvara frá. Tær fóru frá 19-16 til 24-16, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Seinastu seks minuttirnar fekk VB einki mál, og tá ið so Neistin skeyt heili fimm mál hesa løtuna, kundu tær fegnast um at hava bukað VB heili 32-21 í einum dysti, sum annars varð spáddur at gerast sera spennandi.

Dýrt tap
Tapið kann vísa seg at vera dýrt hjá VB, sum kundu frætta úr Havn, at Stjørnan hevði vunnið stórt á Kyndli og harvið lagt seg fýra stig framum í stríðnum um FM-finaluna. VB hevur gaman í ein dyst til góðar, men tað kann gerast tungt at vinna seg inn aftur á Stjørnuna, sum í løtuni er væl koyrandi og hevur vunnið seks dystir á rað.

VB – Neistin 21-32 (12-16)

VB: Gurið K. Mortensen (7) Bára K. Mortensen (6) Ana Lukic (6) Rannvá Johannessen (1) Natasha Ivanovski (1)

Útvísingar: 2x2min.

Neistin: Barbara Brauer (7) Birita Wardum (7) Nicoleta R. Hansen (5) Jacklin Durhuus (4) Marjun F. Danberg (4) Annika Thomsen (3) Anja Eliasen (2)

Útvísingar: 3x2min.