Stamen Stanchev, tangentleikari við øllum møguligum bólkum m.a. saman við Niklas í Chase
Tað er eitt fantastiskt arbeiði, sum Lena og Niklas hava gjørt. Tey spæla Soft pop, og fara tann heilt rætta vegin. Har er einki nýtt undir sólini, men ordiliga gott og kekkað. Nú vóni eg, at management og alt sovorðið er líka kekkað. Tí tað er viktigt, at allur pakkin er líka kekkaður. So kunnu tey klára seg væl.
Men eg haldi, at sjálvt live konseptið, kundi verið betur. Tey mugu hava ordiligar livetónleikarar. Tey bæði einsamøll vóru betur enn við bólki. Hygg tildømis, at Teitur, teir eru tríggir mans á pallinum, og teir klára at fylla pallin út- har er útrykkið nógv sterkari. Eg havi einki í móti Hans og Óla, sum tónleikarar slettis ikki tað, men livekonseptið er ikki nóg gott.
Kristin Bech, bassleikari í The Reverends og fyrrverandi í Mold
Eg haldi, at konsertin var simpulthen ordiliga góð. Lena hevur broytt seg nógv seinastu árini, men hon er enn Lena. Eg haldi, at hesin eitt sindur einkulti stílurin passar væl til hennara. Hetta, at tað er beint fram, passar betur til Lenu og hennara løg, enn tað sum vit vanliga hoyrdu fyrr. Eg haldi kanska eisini, at tað, at tey spældu akkustiskt, hevði nógv at siga.
Sissal Kampmann, fyrrverandi sangarinda í gentubólkinum Sox.
Mær dámdi konsertina. Eg haldi, at hon var øgiliga autentisk. Lena er ein góður performari, er erlig og ópretentiøs, tað er ordiliga viktigt. Eg var eisini eitt sindur yvirraska av, hvussu habilur gittarleikari, hon er blivin.
Mær dámdi væl formin, at tey bæði sungu og spældu gittar, tað var hugnligt og stuttligt. Løgini vóru annars góð og melidiøs. Hetta er poppur, men poppur við einum sletti av rokki.