Í Vági verður kenda nýggjárshaldið øðrvísi í ár, og m.a. fara tey í Vági at synga “Tíðin rennur sum streymur í á” sum felagssang í fjarstøðu
Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” man fyri vágbingar og vitjandi í Vági nýggjárunum verða ein av stóru og kenslubornum løtunum við Tríkantinum á Sandinum nýggjársaftan.
Koronastøðan loyvir ikki tiltøkum á Tríkantinum á nýggjárunum, men nú veðrið nýggjársaftan sær út til at blíva gott hevur Nýggjársnevndin í Vági valt at royna eina annarleiðis útgávu av “Tíðin rennur sum streymur í á”.
Beint áðrenn midnátt, kl. 23.55, verður sálmurin sungin sum felagssangur í fjarstøðu. Nýggjársnevndin setur upp ljóðanlegg, sum fer at ljóma um allan fjørðin, og hevur biðið Hans Jacob Hjelm syngja fyri.
Heitt verður á øll um at koma út í tún, út á altanin ella inni í stovuni um at syngja við, boðar nýggjársnevndin í Vági frá.