Í hesum døgum eru fýra býráðslimir úr Vági á vitjan hjá íslendska vinarbý sín, Sandgerði.
Skráin fyri vitjanina er rættiliga umfatandi. Vitjað verður á kommunalum stovnum, virkjum og kendum støðum.
Eitt av ítøkiligu málunum á vitjanini er, hvussu samstarvið millum Vág og Sandgerði skal skipast í framtíðini.
Við á ferðini eru teir fýra býráðslimirnir: Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri; Eydis Kjærbo, Tórður Poulsen og Jógvan Krosslá.
Vitjanin byrjar í dag og varir vikuna út. Hesa komandi vikuna er Dánjal Bjarkhamar virkandi borgarstjóri.
Sandgerði og Vágur hava nøkurlunda sama íbúgvaratal - Sandgerði 1700 og Vágur 1400 fólk.
(Mynd: Sandgerði, ið liggur í nánd av Keflavík, er vinarbýur við Vág)