Víkingabragd í Finlandi

Tað er eitt satt bragd, sum Víkingur í kvøld hevur framt í Finlandi. Víkingur vann 1-0 ímóti Inter Turku. Einsamalla málið skoraði Hanus Jacobsen, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Fyri einari viku síðani var úrslitið á Svangaskarði 1-1. Harvið hevur Víkingur spælt seg víðari í kappingini við samantaldum 2-1 sigri.

 

- Eg eri stoltur og errin felagsins vegna, og eg haldi, at hetta er flott fyri føroyskan fotbólt, segði ein bæði fegin og ikki sørt errin Víkinga formaður, Brandur Jacobsen, beint eftir at dysturin var blástur av.

 

Formaðuin helt, at spælið var rímiliga javnt gjøgnum dystin, men at Víkingur hevði teir størru møguleikarnar.

 

- Eg haldi, at hetta var ein uppiborin sigur, segði Brandur Jacobsen, áðrenn hann mátti víðari í skránni.

 

Vit venda aftur til framúr Víkinga avrikið seinni í kvøld.