Fyri tveimum mánaðum síðani var lagið øgiliga gott millum fuglfirðingar, tá ið teir fóru úr Sarpugerði við 2-1 sigri. Í góðveðrinum í dag eru tey í víkingaleguni við at rigga av í Fløtugerði í Fuglafirði. Í viðførinum er 2-1 sigur, sum ber við sær, at Víkingur hevur 29 stig og er níggju stig frammanfyri ÍF. Harvið er kappingin um fimta plássið.
ÍF legði síðstu løtuna øgiliga nógv fyri í royndini at javna. Víkingarnir vórðu pressaðir aftur á vøllin. ÍF flutti liðformannin og miðverjan Jan Ó. Ellingsgaard fram í álopið, og bólturin var á tvørtrænum aftanfyri Elias Fagrá í málinum hjá Víkingi, og fuglfirðingar vunnu seg í teimum fýra minuttunum, sum dómarin legði aftrat, til tríggjar heilt stórar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at javna.
Spenningurin kyknaði av álvara, tá ið Karl Løkin við rimmar frísparki úr 28 metrum smekkaði bóltin í málið hjá Víkingi. Tá varð 2-1, og fuglfirðingar tevjaðu av álvara møguleikan fyri, at tað skuldi eydnast at vinna úrtøku. Víkingarnir mistu stevið, sum teir høvdu víst í fyrra hálvleiki, og møguleikin lúrdi fyri, at teir skuldu missa sigurin.
Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir greitt omaná. Samanspælið riggaði væl, og heimamenninir vóru ofta um ein háls. Tá spældi Víkingur seg til málmøguleikar, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, eydnaðist tað at fáa hol á.
Sølvi Vatnhamar átti innleggið úr vinstru, og Finnur Justinussen stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Hetta var framúr álop eftir ÍF horna og langt útspark frá málverjanum hjá Víkingi.
Jákup Johansen hevði við langskoti bóltin á tvørtrænum aftanfyri ÍF málverjan, og tað var eftir horna úr høgru frá Jákupi Johansen, at Gunnar Vatnhamar við handara stólpa og við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
-Eg var stak væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki og eisini fyrstu løtuna eftir steðgin. Men so skoraðu teir, og tá vóru vit eitt ikki sannførandi í eina løtu, men so fótaðu vit okkum og vóru vandamiklir í snarálopum, sigur venjarin hjá Víkingi Eyðun Klakstein.
ÍF hevði í næstsíðsta minutti fínt álop, har innskifti Gundur E. Petersen var sentralur. Eftir tvær ferðir eitt tvey smekkaði hann til úr 17 metrum, og bólturin smeyg sær framvið handara stólpa.
So var tað at ÍF av álvara spenti álopsbogan, men hóast fleiri góðar støður eydnaðist tað ikki at javna.
-Síðstu løtuna høvdu vit fleiri málmøguleikar og áttu at havt í hvussu so er javnað. Tað var ófatuligt, at vit ikki fingu bóltin í málið hesa løtuna. Í fyrra hálvleiki var virðingin fyri teimum ov stór, men eftir at vit í hálvleikinum fingu ein uppsang, var tað heilt øðrvísi avrik í seinna hálvleiki, sum kundi havt borið mál og stig við sær, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard.
ÍF – Víkingur 1-2 (0-2)
0-1: Finnur Justinussen 31.
0-2: Gunnar Vatnhamar 42.
1-2: Karl Løkin 56.
Dómari: Dagfinn Forná
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Hákun Edmundsson – Hans Jákup Lervig (Gundur E. Petersen, 80.), Philip Djordjevic (Bogi Løkin, 88.), Ari Ó. Ellingsgaard (Dánjal á Lakjuni, 55.) – Uros Stojanov
Gult kort: Hans Jákup Lervig, Philip Djordjevic
Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Noah Mneney – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Arnbjørn Svensson, 75.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 75.) – Finnur Justinussen
Gult kort: Bogi Reinert Petersen
Venjari: Eyðun Klakstein
HB | 17 | 15 | 1 | 1 | 52 | 12 | 46 |
KÍ | 17 | 13 | 2 | 2 | 55 | 17 | 41 |
B36 | 16 | 12 | 1 | 3 | 49 | 20 | 37 |
NSÍ | 17 | 11 | 2 | 4 | 30 | 12 | 35 |
Víkingur | 17 | 9 | 2 | 6 | 34 | 25 | 29 |
ÍF | 17 | 6 | 2 | 9 | 20 | 35 | 20 |
EB/Streymur | 17 | 5 | 1 | 11 | 13 | 37 | 16 |
TB | 17 | 2 | 4 | 11 | 10 | 25 | 10 |
AB | 18 | 0 | 7 | 11 | 12 | 52 | 7 |
Skála | 17 | 0 | 2 | 15 | 9 | 49 | 2 |
Fríggjadagin 28. august
EB/Streymur - ÍF
TB - Víkingur