Klokkan knapt fýra seinnapartin verður greitt, um tað verður Víkingur ella KÍ, sum hevur vunnið FM og hálva fjórðu millión krónur.
Í KÍ leguni siga tey kappingarárið vera framúr gott. Fasittið er sigur í steypakappingini og í minsta lagið silvur í landskappingini. Sammett við nógvu tey undanfarnu árini er talan um fínt úrslit. Sammett við støðuna undan 3-1 tapinum á Argjum í 25. umfari kennist tað at vera vónbrot, at KÍ misti FM heitið á stokkinum.
Ferðalagið verður ikki so stórt til Fuglafirðar, sum tað hevði verið, um gullið bíðaði í Fløtugerði. Um tað lagar seg soleiðis á Argjum og í Fuglafirði, at KÍ ímóti øllum, sum tað verður roknað við, endar sum meistari, so er ikki óhugsandi, at streymurin verður stórur úr Klaksvík og til Fuglafirðar, tá ið dysturin verður liðugur!
Víkingur er eitt stig frammanfyri KÍ, og tað sæst og hoyrist í Leirvík og Gøtu, at lagið er gott. Fyrsta FM heitið í søgu felagsins er á stokkinum. Nógvar fyrireikingar verða gjørdar til fagnaðin á Argjum, og tá ið spælararnir og viðhaldsfólkini koma norður aftur seint seinnapartin. Tí hevur tað so ógvuliga stóran týdning, at tað á Argjum eydnast at vinna fulla úrtøku.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar er tað endað við javnleiki, tá ið Víkingur hevur verið á Argjum – 2-2 fyrr í ár og í fjør tveir málleysir javnleikir. Víkingur hevur ikki vunnið á Argjum síðani níggjunda juni í 2014, tá ið úrslitið var 3-0.
Tað verður sagt frá hampiliga góðum líkindum seinnapartin. Lotið verður av suðri og landsynningi, fyri tað mesta verður tað turt, men onkra løtu kann tað fara at kennast úr honum, og hitastigini vera umleið tíggju.
Í dag
ÍF-KÍ: Lars Müller kl. 14.00
B68-NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 14.00
Skála-HB: Petur Reinert kl. 14.00
B36-TB: Ransin N. Djurhuus kl. 14.00
AB-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 14.00
Støðan
http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792