Tað hevur ligið í luftini í fleiri vikur, og nú er tað staðfest í sera nógva vindinum í Sarpugerði. Víkingur er FM vinnari annað árið á rað, hóast tað í dag endaði við 2-1 tapi á heimavølli ímóti EB/Streymi.
-Veðrið var so vánaligt í dag, at tað var ikki møguleiki fyri at fáa skipað fótbóltsspæl í lag. Vit áttu fyrra hálvleik, og teir áttu seinna hálvleik. Men vit eru meistarar eftir 27 umfør, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.
Í Klaksvík vann KÍ 3-1 ímóti NSÍ. Harvið er tað greitt, at KÍ aftur í ár vinnur silvurkrónurnar. Í Gundadali endaði tað 1-1 millum HB og B36. Harvið er tað greitt, at B36 hevur vunnið bronsukrónurnar, meðan steypavinnararnir í NSÍ ikki vinna heiðursmerki í landskappingini. HB endar á fimta plássi.
Í Trongisvági vann Skála 2-0 ímóti Suðringum. Harvið endar Skála á sætta plássi. EB/Streyma sigurin ímóti nýggju meistarunum ber við sær,at EB/Streymur endar á sjeynda plássi, og at Suðringar enda á áttanda plássi.
Dagurin varð heilt góður hjá 07 Vestur. Undan dystarbyrjan var tað greitt, at liðið heldur fram í bestu deildini, og 07 Vestur takkaði fyri við at vinna 5-1 í Fuglafirði.
KÍ-NSÍ 3-1 (2-0)
1-0: Albert Adu 19.
2-0: Páll A. Klettskarð 43.
2-1: Árni Frederiksberg 62.
3-1: Jóannes Bjartalíð 69.
ÍF-07 Vestur 1-5 (0-0)
0-1: Søren B. Nielsen 50.
0-2: Pål Fjelde 55
1-2: Dánjal á Lakjuni 66.
1-3: John Fredriksen 72.
1-4: Holar Durhuus 80.
1-5: Holgar Durhuus br 86.
Víkingur-EB/Streymur 1-2 (1-1)
0-1: Ari Mohr Olsen 17.
1-1: Gert Hansen 28.
1-2: Ari Mohr Olsen 74.
HB-B36 1-1 (1-0)
1-0: Aleksandar Stankov 33.
1-1: Høgni Eysturoy 79.
Suðringar-Skála 0-2 (0-1)
0-1: Brian Jacobsen 44.
0-2: Brian Jacobsen 80.
Endaliga støðan
Víkingur 52
KÍ 52
B36 48
NSÍ 46
HB 39
Skála 33
EB/Streymur 32
Suðringar 29
07 Vestur 28
ÍF 12