Víkingur imponeraði Schuster

Europa League - Venjarin hjá Besiktas hevði sjáldan sæð so góða taktiska disiplin, sum hann sá hjá Víkingi í dystinum í gjárkvøldið, men teir í Víkingi iðraðu seg um, at Besiktas skuldi fáa triðja málið til síðst

– Eg eri sera glaður fyri innsatsin, sum spælararnir gjørdu á vøll­inum, tí allir góvu seg meira enn 100 prosent, og gjøgnum allan dyst­in megnaðu vit at halda allar tær avtalur, vit høvdu gjørt framm­an­undan. Sjálvandi ert tú ongantíð nøgdur við at tapa, men her var altso talan um so sterka mótstøðu, at tað kundu vit ikki gera so nógv við.
Jógvan Martin Olsen var týðiliga errin av spælarunum hjá Víkingi, eftir at teir í steikjandi hita niðri í Turkalandi »bara« høvdu tapt 3-0 fyri Besiktas. Í nógva hitanum royndu spælararnir at ansa eftir, at teir fingu neyðugu vætuna, men kort­ini vóru teir allir lætnaðir nógv eftir dystin – og tann, ið mist mest, var lætnaður hálvtfimta kilo!

Rós frá Schuster
– Undan dystinum vóru vit eisini ávaraðir um, at vit kundu vænta okkum serliga heita móttøku frá fjepparunum hjá Besiktas, men tað gjørdist heilt øðrvísi, enn vit høvdu væntað. Teir høvdu nokk skilt í fjølmiðlunum, at hetta vóru alt amatørar, sum vitjaðu, so teir tóku sera væl ímóti okkum, og tá dysturin var liðugur, sungu teir »Víkingur! Víkingur!« fyri spæl­arunum hjá okkum, sigur Jógvan Martin, ið eisini fekk rós frá týska Besiktas-venjaranum:
– Ja, Bernd Schuster segði eftir dystin, at hann var imponeraður av spælarunum hjá Víkingini, og at hann sjáldan hevði sæð so góða taktiska disiplin. Sjálvur kundi eg heldur ikki seta fingurin á nakað, men vit iðraðu okkum eitt sindur um, at teir skuldu fáa hatta triðja málið aftrat ímóti endanum.
Geza stóð væl
Turkiski landsliðsframherjin, Nihat Kahveci, sum hevur spælt í sjey ár á hægsta stigi í sponskum fót­bólti við fyrst Real Sociedad og síðani Villareal, skoraði umleið 20 min­uttir inni í hvønn hálvleiki, og í seinasta minutti økti Mert Nobre við skallara til 3-0. Umframt hetta søgdu hagtølini 16-1 til Besiktas í skotroyndum og 18-1 í horna­spørkum.
– Størsta møguleikan hjá okkum hevði Páll Klettskarð, tá hann í fyrra hálvleiki royndi seg við góðum skoti úr 20 metrum, men málmaðurin hjá teimum fekk akkurát fingrarnar á bóltin. Annars høvdu vit í fyrra hálv­leiki gott uppspæl nakrar ferð­ir, umframt at Geza Turi hevði einar tvær fantastiskar bjargingar í fyrra hálvleiki og eina í seinna, sigur Jógvan Martin Olsen.