Víkingur kærir leikbannið hjá Atla Gregersen

Nevndin í Víkingi hevur tikið avgerð um at kæra fýra dagar langa leikbannið hjá Atla Gregersen, sum hann fekk fyri at hava tveitt liðskiparabandið eftir dómaranum, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur í heimadystinum ímóti HB 24. juni.

 

Kappingarnevnd FSF's segði, at av tí eitt einki fordømi var um eina slíka hending í Føroyum, varð kunnað seg við, hvat hini norðurlondini hava gjørt í slíkum málum. Úrskurðurin var, at umframt eina dystin, hann fekk fyri tey bæði gulu kortini, fekk hann fýra dystir leikbann fyri hesa gerðina, sum nevndin metti koma undir grovan óhøviskan atburð mótvegis dómaranum.

 

Víkingur fekk fimm dagar at kæra dómin, og tað hevur felagið nú gjørt við hesum grundgevingum:

 

- At tað frá nógvum síðum hevur verið víst á, at tað als ikki var rættvísur dómur at geva Atla Gregersen seinna gula kortið – og harvið reyða – má koma leikaranum til góðar í revsingini.

 

- At ætlanin hjá Víkingaleikaranum als ikki var at gera seg inn á dómaran tá hann blakaði liðskiparabandið frá sær.

 

- At vit í Víkingi hava ilt við at síggja nakra linju tá FSF býtir sektir út. Í Víkingi halda vit sektina til Atla Gregersen verða alt ov harða í mun til aðrar sektir hjá FSF. Vit kundu nevnt dømi, nøkur størri - onnur smærri, men eitt tað feskasta er málið um venjara, sum sparkaði áskoðara hjá øðrum felagi. Hetta útloysti onga ítróttarliga sekt.