Fótbóltur
Í B36 hevur kósin higar til verið rættiliga bein í royndunum at hanga í teimum báðum ovastu liðunum á stigatalvuni.
Og dysturin sunnudagin er í so máta eitt sera gott høvi til veruliga at staðfesta støðuna. Víkingur er nevnliga á fjórða plássi í Formula-deildini, og tí kunnu teir mest sum krøkjast av, um B36 vinnur sær trý stig sunnudagin.
Tað verður tó uttan fleiri av vanliga føstu spælarunum, at B36 skal royna seg. Liðskiparin, Klæmint Matras, er rættiliga ivasamur, og tað sama er Magnus Olsen. Hartil er Róaldur Jacobsen úti við knæskaða, og tað verður fyri vist roknað við, at hann ikki er tøkur.
Og her spælir tað helst eisini inn, at B36 hevur eina steypafinalu fyri framman. Í øllum førum vilja teir neyvan satsa alt upp á at fáa ein spælara tøkan, soleiðis at úrslitið kanska verður ein enn drúgvari skaði.
Hjá gestunum úr Víkingi er støðan nakað væl frægari í so máta. Símun Louis Jacobsen og Kaj Ennigarð hava drigist við smáskaða, men teir eru helst tøkir. Og tað sama er Hans Jørgen Djurhuus, sum seinasta vikuskifti sat leikbann av sær.