Víkingur misti trygga leiðslu

1. DEILD: KÍ reisti seg og vann eitt stig, eftir at hava ligið undir við tveimum málum

Tá ið hálvur tími var farin av grannauppgerðini í Klaksvík í kvøld millum KÍ og Víking, vóru gestirnir frammanfyri 2-0. Leikgongdin og málmunurin bendu á tryggan sigur til gestirnar, men í seinna hálvleiki koppaði alt á høvdið. KÍ skoraði tvey mál, og so endaði tað 2-2.

Víkingur er topplið við 17 stigum, og KÍ er á áttanda plássi við 8 stigum.

Fyrstu løtuna var støðugt trýst á KÍ málið. Víkingur hevði fleiri hornaspørk, og KÍ hevði ongantíð av álvara søkt at mótstøðumálinum, tá ið Ingi Jonhardsson miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Víking framum 1-0.

Hálvur tími var farin, tá ið Víkingur økti um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Arnbjørn Svensson, og so sá tað av álvara út til, at øll stigini vóru á veg í undirsjóvartunnilin.

Men so vendi gongdin, og fram ímóti steðginum fekk heimaliðið væl betri tak á spælinum og tiltuskaði sær fleiri hornaspørk.

Gongdin var tann sama fyrstu løtuna eftir steðgin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað KÍ at minka um munin. Málskjútti var fyrrverandi Víkinga spælarin Dion Splidt.

Trettan minuttir undan leikloki javnaði KÍ til 2-2. Málskjútti var Eivin Sørensen, sum bara hevði verið tveir minuttir á vøllinum, tá ið hann skoraði.