Víkingur siglir sín egna sjógv

Nú er trýstið á KÍ, sum í kvøld fær vitjan av EB/Streymi

Tað er alt, sum bendir á, at Víkingur fer at endurvinna FM heitið.

Í dag vann Víkingur 2-1 í Gundadali ímóti HB. Tapið ber við sær, at HB ivaleyst hevur mist møguleikan at spæla seg í Europa kappingina næsta summar.

Adeshina Lawal skoraði sigursmálið fram ímóti dystarenda eftir fínt samanspæl við Sølva Vatnhamar.

-Tað ráddi um at hava tol. Vit vistu, at tað var neyðugt hjá HB at vinna øll stigini, um møguleikin fyri at vinna sær pláss í Europa skuldi verða varðveittur. Tí noyddust teir at sleppa í verjuni, og so ráddi um hjá okkum at taka av, og tað gjørdu vit, sigur væl nøgdi Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, sum ikki vil hoyra talan um, at FM nú er undir borðinum:

-Enn er langt á mál, og vit taka eina avbjóðing ísenn. Tað skulu bara tvey umfør til at venda gongdini, men vit eru sera væl nøgdir við sigurin í Gundadali, sigur Víkinga venjarin.

 

Hanus Jacobsen legði Víking framum við brotssparki, sum dómarin bríkslaði ímóti Sebastian Pingel, ið klossut feldi mótstøðumann. Tá restaðu sjey minuttir av fyrra hálvleiki, og tveir minuttir seinni javnaði Daniel Johansen við fínum frísparki.

-Vit taptu, og tað er tungt, tí vit hildu teir frá málmøguleikum mest sum alla tíðina, sigur HB venjarin Sigfríður Clementsen.

 

Undan hesum umfarinum vóru tað fimm stig frá Víkingi og aftur til KÍ. Klaksvíkingar eiga í kvøld klokkan 17.30 heimavøll ímóti EB/Streymi. Um tað ikki eydnast KÍ at vinna fulla úrtøku, so fer heimasigur í Sarpugerði mikukvøldið, tá ið Víkingur fær vitjan av KÍ, mest sum at avgera, at Víkingur fer at endurvinna FM heitið.

 

Í Trongisvági endaði tað málleyst. Suðringar høvdu nógv fólk í verjupartinum í fyrra hálvleiki, tá ið tað vóru fáir og smáir møguleikar.

Eftir steðgin var meiri ferð í, og tá vóru málmøguleikar, men tað endaði málleyst.

 

Eftir fyrra hálvleik er B36 frammanfyri 3-0 í Fuglafirði.

Eftir fyrra hálvleik er 07 Vestur frammanfyri 3-0 á heimavølli ímóti Skála.