Víkingur styrkti um sína støðu

1. DEILD: Nú eru tað fimm stig aftur til næstfremsta liðið

Eftir tveir javnleikir á útivølli – 3-3 í Klaksvík og 1-1 í Gundadali ímóti B36 – kom Víkingur í kvøld aftur á sigurskós. 4-2 heimasigurin ímóti HB ber við sær, at Víkingur hevur 49 stig og er fimm stig frammanfyri NSÍ, sum er næstfremst og 15 stig frammanfyri B68, sum er á triðja plássi. Víkingur og NSÍ hava spælt 22 dystir, og B68 hevur spælt 21 dystir.

Næstbesta liðið hjá Víkingi plagar at spæla sínar heimadystir í Leirvíik. Í kvøld var heimavøllurin í Sarpugerði í Gøtu, har ljósviðurskiftini eru væl betri, enn tey eru uppi á Brekku í Leirvík.

Hálvleiksstøðan var 2-0. Elias Lervig setti hol á í áttanda minutti eftir upplegg, sum Jákup Andrias Thomsen stóð fyri. Hetta var fjórða málið hjá Eliasi Lervig. Hann hevur skorað tey, síðani hann eftir venjaraskiftið í Víkingi misti plássið á besta liðnum. Tíggju minuttir undan steðginum noyddist Elias Lervig av vøllinum. Í hansara stað varð settur 17 ára gamli Jónatan Lervig.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, økti 17 ára gamli Bergur Poulsen um munin til 2-0. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini. Tað fyrra skoraði hann í 3-3 javnleikinum í Klaksvík týskvøldið í síðstu viku.

Stórar tíggju minuttir eftir steðgin økti 16 ára gamli Jákup Andrias Thomsen um munin til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá Jákupi Andrias í næstbestu deildini. Bergur Poulsen átti uppleggið.

Níggju minuttir undan leikloki umsetti Óla Kristian Skaale Jacobsen brotsspark til 4-0. Hetta var áttanda málið hjá Óla Kristian í ár, og hetta var sjeynda ferðin, at hann umsetti brotsspark til mál.

HB svaraði tvær ferðir aftur í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Rói av Fløtum skoraði bæði málini. Tað seinna við brotssparki. Hann er toppskjútti hjá HB við 12 málum og er nummar trý á máltindinum – Andri Benjaminsen hjá B68 hevur skorað 15 mál, og Jørgen Nielsen hjá NSÍ hevur skorað 14 mál.

HB er á fimta plássi við 30 stigum – trý aftanfyri 07 Vestur og eitt frammanfyri B71.

Annan leygardag skal HB spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og Víkingur fær annan leygardag vitjan av B68.

Dómaraseðilin frá dystinum í kvøld sigur, at Víkingur vann 4-0, men úr HB verður sagt, at úrslitið var 4-2.