1. deild: Eftir tættan 1. hálvleik skrædnaði tað orduliga eftir steðgin, og so vann heimaliðið í Leirvík 6-0 ímóti EB/Streymi. Næstbesta liðið hjá Víkingi vann í kvøld stórsigur á teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Eftir 1. hálvleik bendi lítið ella einki á, at talan skuldi verða um tennisúrslit. Einasta málið í 1. hálvleiki skoraði Ingi Sørensen hjá Víkingi við brotssparki, tá ið 20 minuttir vóru farnir.
Tíggju minuttir eftir steðgin økti Bárður Hansen, sum er fastur maður á høgra vongverja á besta Víkinga liðnum, um munin til 2-0, og síðstu 18 minuttirnar skoraðu víkingarnir fýra ferðir aftrat, meðan EB/Streyma menninir vóru sørir. Málskjúttar vóru Andras Mikkelsen, ingi Sørensen, Bárður Hansen og Ottar Olsen.
Eftir at tað leingi sá svart út, ber gongdin seinastu ferðirnar við sær, at tað nú sær væl bjartari út hjá Víkingi. Úrtøkan fýra tær seinastu ferðirnar er sjey stig, og nú er samansetta liðið bara eitt stig aftanfyri HB, sum akkurát er omanfyri strikuna.
Hóast stóra tapið í kvøld er EB/Streymur framvegis á 6. plássi.
Støðan eftir 10. umfar
FC Suðuroy 26
AB 24
TB 23
Skála 16
NSÍ 15
EB/Streymur 12
FC Hoyvík 10
HB 10
Víkingur 9
07 Vestur 0
11. umfar
Sunnudagin 5. juni
FC Hoyvík-NSÍ
TB-Víkingur
EB/Streymur-07 Vestur
AB-Skála
HB-FC Suðuroy