Landskappingardystur hevur verið í Sarpugerði í kvøld, har AB vitjaði. Víkingur vann 3-1.
Víkingur ? AB 3-1 (3-0)
Dómarar: Eiler Rasmussen, Jens Albert Simonsen og Andreas Josephsen
1-0: Finnur Justinussen, 22.
2-0: Páll Klettskarð, 23.
3-0: Sam Jacobsen, brts., 33.
3-1: Jákup Dam, 90.
Víkingur: Geza Turi ? Bárður J. Hansen (Hans Jørgen Djurhuus, 59.), Niclas Niclassen, Petur G. Dalbø, Hanus Jacobsen ? Hjartvard Hansen, Sam Jacobsen (Ingi Sørensen, 81.), Nenad Stankovic ? Finnur Justinussen, Páll Klettskarð (Per Gregersen, 84.), Kaj Leo í Bartalsstovu
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus og Páll Klettskarð
Venjari: Jógvan Martin Olsen
AB: Símun Rógvi Hansen ? Tummas Justinussen, Tehe Aristide, Teitur Jóanesarson, Alex Mellemgaard ? Jobin Drangastein, Kenneth Jacobsen, Gunnar Haraldsen, Jónas Stenberg (Dan Petersen, 65.), Jákup Dam ? Tróndur Sigurðsson (Yohan A. Borðoy, 65.)
Gult kort: Jákup Dam
Venjari: Sámal Erik Hentze
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
90. min.:Dysturin er liðugur, og heimaliðið vann 3-1. Jákup Dam skoraði fyri gestirnar í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
60. min.:Støðan er framvegis 3-0. Víkingur hevur tamarhald á dystinum, og tað er lítið og einki sum bendi á, at AB fer at stríða seg aftur ú dystin.
46. min: Seinni hálvleikur er byrjaður.
45. min: Hálvleikur í Sarpugerði, og støðan er 3-0. Sam Jacobsen hevur økt um leiðsluna. Hann var tryggur úr ellivu metrum, tá hálvur tími var spældur.
25. min: Víkingur er á odda 2-0. Finnur Justinussen og Páll Klettskarð hava skotið málini hjá heimaliðnum. Málini hava verið tilvildarlig, men heimaliðið hevur verið meira á bóltinum.
1. min: Dysturin er byrjaður.