Víkingur vil hava hevnd

Toppdysturin hetta umfarið er uttan iva tann í Klaksvík millum KÍ og B36, men eisini er áhugaverdur dysturin í Gøtu millum Víking og B68, sum er endurtøka av fjórðingsfinaluni mikukvøldið, sum Víkingur óivað vil hava uppreisn fyri

Fyrsti dysturin í sætta umfari í Vodafonekappingini verður spæld­ur í morgin í Sarpugerði, har talan er um eina endurtøku frá miku­kvøldinum, tí har hittast Víkingur og B68 aftur. Mikukvøldið spældu liðini í 120 minuttir, áðrenn fjórð­ings­finalan teirra millum mátti avgerast við brotsspørkum, so lítið man vera at ivast í, at Víkingur vil hava hevnd og vinna hesa ferð. Tað vilja toftamenn óivað eisini, men so fæst at síggja, hvussu nógv menn orka eftir drúgva fótbóltskvøldið fyrr í vikuni.
Uppflytararnir í KÍ hava staðið seg óvæntað væl higartil, men hesa ferð eru teir aðru ferð á rað vertir fyri dysti ímóti einum av hinum liðunum, ið er komið væl frá byrjan í landskappingini, B36, sum higartil er einasta liðið, ið ikki hevur tapt. KÍ tapti sín fyrsta dyst, tá NSÍ vitjaði leygardagin, meðan B36 við sigri á EB/Streymi setti seg á oddasessin. Helst eru gestirnir favorittar, men unga KÍ-liðið hevur víst, at tað sakt­ans kann bíta frá sær.
Við Løkin í Runavík tekur eitt av teimum fremstu liðunum, NSÍ, ímóti einum av teimum lægru, 07 Vestur, ið eisini er uppflytari. Runavíkingar ruku úr steypakappingini í vikuni og vilja óivað vísa, at teir eru tyngri at syfta í landskappingini, men hinvegin vil 07 Vestur heldur enn gjarna ríða víðari á bylgjuni, ið er farin at geva stig í landskappingini og mikukvøldið gav hálvfinalupláss í steypakappingini.
Hóast HB ikki hevur gjørt tær stóru skreytirnar í kappingini higar­til, er dysturin um vikuskiftið ímóti EB/Streymi eitt slag av eld­dópi. Stigini, HB higartil hevur skavað saman, hava verið ímóti lægri liðum, men nú eitt av teimum fremstu vitjar, skal meira til. EB/Streym­ur vísti stórspæl ímóti NSÍ mikukvøldið, men tapti í Gunda­dali fyri viku síðani, so helst fara sundalagsmenn at gera alt fyri ikki at tapa tvær ferðir upp í slag í høvuðs­staðnum.
Mikukvøldið hevði ÍF lættastu mótstøðuna í steypakappingini, og nú landskappingin er á skránni, má aftur staðfestast, at ÍF hevur veik­asta mótstøðuliðið av øllum, tí higartil hevur B71 púrt einki víst í undanfarnu dystunum, annað enn eina gapandi verju, ið kundi verið ein hóskandi freisting hjá fugl­firð­ingum, sum mikukvøldið skor­aðu sjey ferðir, tá AB vitjaði. Her er ÍF uttan nakran sum helst iva stór­favorittur.