Væl av fugli tá ættin er til vildar

Men ikki øll eru fegin um, at nýggjasta hugskotið innan ferðavinnu er at selja sokallaðar lundapakkar til ferðafólk.

Ferðavinnan heldur hetta tó vera gott hugskot.

Dagfinn Olsen


Úr Skúvoy frættist, at ein maður fyrradagin fekk 60 lundar, men ættin var ikki tann besta. Eisini hevur verið stilli og sólskin í Skúvoy.

Í Skúvoy ætlaðu teir at fara fyri tíð síðani, men lítið fólk var í oynni, og tað varð av ongum.

Tummas Frank Joensen í Skúvoy sigur, at tað sær gott út við hellufugli.

Um støðuna hjá fuglinum sum heild sigur hann, at nú høgætt og kalt hevur verið, stendur sildin óivað nakað djúpt, so ringt er hjá fugli at fáa fatur á sildini. Hann heldur tó, at fuglurin verpur fyrr nú, enn áður.


Hjartasuff um

lundapakkar

Í Skúgvi hava tey tó eitt lítið hjartasuff, nú tað er komið fyri oyruni, at í Koltri verða nú seldir sokallaðir ?Lundapakkar? til ferðafólk, ið fáa møguleika at fleyga fugl fyri 2500 kr um døgnið.

Tey halda hetta ikki vera rættan hátt at selja Føroyar, sum ferðamannaland. Í hvussu er vildu tey í Skúvoy havt hetta á hægri stað til umrøðu.

- Eg havi sjálvur verið við til at friða lomvigastovnin, men sleppi neyvan at uppliva, at eg, ella mínir eftirkomarar, sleppa at taka hellufugl frítt, sigur ein í Skúvoy.

Nevnt verður eisini, at slíkt tiltak kann vera óheppið, tí Greenpeace hevur ákært okkum fyri at drepa 80.000 lundar til stuttleika, men sagt verður í Skúvoy, at har hevur lundi ongantíð verið dripin til stuttleika.


Hvat sigur

Føroya Løgting

Í Skúvoy kundu tey hugsað sær at vitað, hvat Føroya Løgting sigur til, at Føroyar verða seldar á henda hátt. Aðrar bygdir, ið hava tað til vinnu og grundarlag, hava ikki henda sama møguleika.

- Hatta er gjørligt hjá manni, ið er einsamallur á útoyggj, men ikki hjá okkum, verður sagt í Skúvoy.


Nakað av fugli

í Mykinesi

Nakað av fugli er at síggja í Mykinesi, tá ættin er til vildar, sigur Oskar Joensen. Tó eru ikki nógv fólk úti í Mykinesi í løtuni.

Í einum stað var fongurin 1100 lundar, og sjálvur fekk Oskar 300 lundar fyrradagin.

- Talið liggur um einar 2000 í alt, sigur Oskar Joensen í Mykinesi.


Pisurnar doyggja

Syrgiligt er, at pisurnar síggja út til at doyggja frá hond, frættist úr Mykinesi. Tær doyggja í hungri.

Oskar Joensen er samdur við metingunum úr Skúvoy um, at sildin stendur nakað djúpt, nú kalt er í veðrinum.

- Vit hava eisini verið á floti, men lítið var at fáa, sigur hann.


Ein ferðamaður

ger ikki tann

stóra skaðan

Um sokallaðu lundapakkarnar til ferðafólk sigur Oskar Joensen, at slíkt kann ein, ið býr einsamallur á útoyggj loyva sær. Í Mykinesi ganga menn eftir tørni, eftir hvat teir eiga av jørð, og um teir tá hava fólk við sær, mugu teir sjálvir um.

Hann er samdur í, at eingin politikkur nakrantíð hevur verið viðvíkjandi hesum.

Tó sigur Oskar Joensen, at hann veit ikki, um tað ger tann stóra skaðan at loyva einum ferðamanni at royna seg.

- Kanska sleppa nakrir lundar undan á tann hátt, sigur Oskar Joensen, ið annars heldur hetta vera ein øðrvísi vinnuveg


Ferðaráðið:

spennandi útferð

Annika Joensen á Ferðaráð Føroya sigur í stuttari viðmerking, at hon heldur hugskotið um lundapakkarnar í Koltri vera positivt, og at tað er gott við lokalum initiativum.

- Trygdin, trygging og tílíkt er í lagið har úti. Aðrastaðni klatra tey í bjørgum og leypa í elastikki. At fara á fleyg er nakað, ið vísir okkara hátt at liva, sigur Annika Joensen, ið fagnar slíkum hugskotum, um tey verða gjørd undir skipaðum umstøðum.

Hon heldur eisini, at vit hava livað við umhvørvisfelagskapum áður, og at fólk í fremmandum londum ikki kunnu avgera, hvussu vit liva her hjá okkum.


Ikki til stuttleika

Annika Joensen sigur, at tað stendur øllum í boði, at bjóða seg fram í ferðavinnuni. Hon heldur ikki, at tað er til stuttleika, tá ein ferðamaður fleygar fugl, tí fuglurin verður etin.

Heldur ikki er hetta nakað, ið hóttir stovnin, sigur Annika Joensen.


Góðska og trygd

- Tá Ferðaráðið metir um áhugaverdar útferðir, meta vit um góðsku og trygd. Hetta er í lagið úti í Koltri. Tað finnast ferðafólk, ið leita eftir ævintýrkendum ferðamøguleikum, so ferðafólk, ið vilja fara á fleyg, eru avgjørt ein málbólkur, sigur Annika Joensen.

- Áhugamálini er mong og til ber t.d. eisini at fara til Nólsoyar at hyggja at drunnhvíta. Ferðaráðið selir føroysku nátúruna og mentanina, og tilboðið um at fara á fleyg er so ein háttur at gera hetta, sigur Annika Joensen.


Fólk sleppa

at luttaka

Bjørn Patursson í Koltri sigur í viðmerking til málið um lundapakkarnar, at eingin sleppur at fleyga lunda fyri hann.

- Fólk leppa at luttaka og eg eri við sjálvur. Hetta er tað, sum á donskum kallast ?Bondegårdsferie?. Fólk sleppur at luttaka í dagliga arbeiðinum á garðinum, um tey hava áhuga fyri tí, sigur Bjørn Patursson.

- Tað er ikki so, at vit taka pening frá fólki, um tey skulu í land í Koltri. Fari eg at fleyga nakrar lundar ein leygardag, so bjóði eg kanska einum týskara ella einum fransmanni við, sigur Bjørn.

- Vit eru í Koltri fyri at royna at klára okkum sjálvi. Vit fingu at vita, at eingin annar vildi, og so bjóðaðu vit okkum fram at royna. Vit tóku ein tjans og tað skal nógv til. Vit hava seyðahald og landbúnað annars, ið veruliga krevur at byggjast upp. Tað er tungt, tí eingin útgerð er, sigur Bjørn Patursson.


Ferðavinna

- Triðja beinið, ið vit ætla at hava at standa á, er so ferðavinnan. Hon krevur ikki so nógvar íløgur, men skal marknaðarførast. Her hava vit sjálvi gjørt tilfar, bóklingar, ið ferðandi fáa møguleika at síggja, um tey t.d. fara á ferðamannastovu í Havn. Bert hugflog setir mark og vit hava roynt at hava positiva hugsan, og hugskotið um lundapakkan fekk eg á fundi hjá Ferðaráð Føroya, sigur Bjørn Patursson.

- Har varð sóknast eftir, at fólk funnu uppá okkurt, sum tey síðani kundu loyva sær at taka pening fyri.


Alt fellur til garðin

Bjørn Patursson leggur dent á, at talan er ikki um gjald pr. lunda, tí alt fellur til garðin.

- Ferðamaðurin letur pening fyri upplivilsið. Hann sleppur at luttaka í dagliga lívinum á garðinum, um hann hevur hug til tess. Alt verður gjørt eftir føstum reglum og forskriftum og undir eftirlitið. Eg eri altíð við sjálvur, sigur Bjørn Patursson í stuttari viðmerking.