Væl eydnað pressuoffensiv

Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fekk ta umrøðu hann vildi hava burtur úr at senda fólk í land Havn

Væl eydnað pressuoffensiv


Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fekk ta umrøðu hann vildi hava burtur úr at senda fólk í land Havn



John Johannessen


Hópur av tíðindafólki tók ímóti, tá fýra fólk av Ocean Warrior um ellivu tíðina mánakvødið komu í land frá tveimum gummibátum í nýggja havnalagnum í Havn.

Hetta var helst júst tað, skiparin á Ocean Warrior og leiðarin fyri umhvørvisfelagsskapin Sea Shepherd, Paul Watson, hevði ætlað, tá hann um tíggu tíðina setti teir fýra menninir út í tveir lítlar gummibátar í Nólsoyarfirði.

Tað var ein bátur frá Sjónvarpi Føroya, ið sleipaði menninar til lands. Skótt komu eisini umboð fyri aðrar miðlar ? bæði føroyskar og útlendskar á staðið. Tá var pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Trinkle, skjótur at nýta høvið til at fáa orð á miðlarnar. Hann greiddi frá, at einasta endamálið við ferðini er at verja hvalirnar. Tí dugdi hann ikki at skilja, at føroyska løgreglan sýtir fjølmiðlafólki frá Ocean Warrior at koma í land í Føroyum.

Tá menninir komu í land í Havn stóð stórur riðil av tíðindafólki fyri teimum, og nýttu teir tá aftur høvi at greiða frá, hvussu illa føroyska løgreglan, eftir teirra fatan, fer við teimum.

Menninir eru í løtuni í varðhaldi hjá løgregluni.