Týs- og mikukvøldið arbeiddu listarfólkini Jóna, Búi og Høgni saman um at hava eina sýning saman í Norðurlandahúsinum, sum varð sera væleydnað. Búi Dam legði út við at spæla løg av fløguni ?Stories of Angels, Devils, Lovers and Murderes? og ymisk nýggj løg saman við Konnie Kass og Aase Wrae. Sum altíð sang Búi sera væl og huglagið var gott, meðan hann við sínum góðum lagi førdi fram sínar sangir. Bæði Konnie og Aase eru eisini sera evnaríkar og tær vóru báðar við til at geva framførsluni ein heilt ávísan dám. Sjálvur sigur Búi: - Eg eri ljótur sum arvasyndin, tí má eg hava tveir vakrir einglar við mína lið, tá eg fari á pall. Serafurin Ása og Keruburin Konnie eru báðar Gudnáðaðar sangarinnur.
Í steðginum var møguleiki fyri at síggja vøkru myndlistaverkini hjá Høgna Egholm Magnussen og svianum Lisu Golbeí Fóajéini. Høgni hevur áður sýnt fram málningar og fotolist m.a. á Ólavsøkuframsýningini á Bryggjuni og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hann sýndi fram viðgjørdar fotomyndir úr tí føroyska tónleikapallinum. Á framsýningini hevði Lisa silkiprent og ymiska grafiska list, sum var gjørd við blandaðari tøkni.
Aftaná var ein sera góð framførsla við nýskapaðum dansi, sum Jóna Thomsen koreograferaði og dansaði saman við Elin Mariu Nolsøe og Jeannie og Lindis Petersen.
Í stykkinum ?Rættar linjur? vórðu hugsanir um menniskju og normar lýstir við samantvinnan av koreografii og búnum, ljósi og ljóði. Útgangsstøðið vóru beinar, boygdar og brotnar linjur og lýsingin tók støði í at visualisera samanspælið millum menniskja og normin. Afturat dansinum var DJ-tónleikur við Rólandi av Reyni og ljósspæli við Egil B. Hansen.