Væleydnaður fótbóltsskúli

Fótbóltsskúlin, ið varð hildin í Gundadali í Havn seinasta vikuskiftið eydnaðist stak væl. Um 430 vóru við á fótbóltsskúlanum, og knýttu hesir spelknu ungligar týðandi vinarbond tvørtur um bæði felagsmørk og bygdamørk

Endamálini við fótbóltsskúlunum fyri børn, ið verða hildnir kring landið, eru fleiri. Á hesum skúlum skulu børnini hava møguleika at gerast betri fótbóltsspælarar samstundis, sum skúlin eisini skal vekja áhuga barnanna fyri ítrótti og fyri at røra seg. Men skúlin er ikki bert ítróttur og kapping, hóast talan er um fótbóltsskúla. Eitt av aðalendamálunum er eisini, at næmingarnir skulu hava høvi at knýta vinarbond tvørtur um fóltbóltsfeløg og bygdamørk. Og at enda, men av minstum týdningi, skulu børnini hava tað stuttligt.

Petur Simonsen var samskipari fyri fótbóltsskúlanum, ið varð hildin í Gundadali í farnu viku. Hann sigur, at luttakandi børnini eftir øllum at døma vóru stak væl nøgd við tiltaki.

?Tað merktist á børnunum, at tey hildu tað vera spennandi at sleppa at hugsa um fótbólt í tveir samfullar dagar. Harafturat vóru tey eisini sera fegin um húgvurnar og bóltarnar, tey fingu sum prógv fyri, at tey høvdu luttikið.


Úr øllum landinum

Tað vóru ikki bert børn úr Havn, men børn úr øllum landinum, ið luttóku á fótbóltsskúlanum í Gundadali. Petur Simonsen sigur, at nógvir luttakarar frá bygdum, ið annars ikki eru kendar sum fótbóltsbygdir, vóru við. Hann nevnir millum aðarar, Kvívík, Vestmanna og Kollafjørð.

?Tað gleðir meg, at børn úr hesum bygdum eisini koma við, hóast tey ikki dagliga venja fótbólt, eins og børn úr øðrum bygdum, har fótbólturin er ein stórur partur av frítíðarlívinum. Tí er fótbóltsskúlin eisini soleiðis skipaður, at tað ikki krevst, at børnini er ávísum støði, hvat fótbólti viðvíkur. Øll skulu kenna seg vælkomin á fótbóltsskúla, og helst skulu øll eisini fáa nakað gott og mennandi burturúr luttøkuni, sigur Petur Simonsen.

Men tað er ikki bert í Havn, at fótbóltsskúlar verða hildnir. Komandi vikuskifti verða tveir fótbóltsskúkar hildir. Annar av teimum verður á Svangaskarði og hin í Vági. Á Svangaskarði verða millum tvey og trý hundrað luttakarar og í Vági rokna tey við, at luttakaratalið fer at liggja um hundrað. Sostatt fer samlaða luttakaratalið á fótbóltsskúlunum í ár at liggja um 1.000.


Ikki bert kapping

Hóast fótbóltur er ein ítróttargrein við harðari kapping, er denturin ikki lagdur á kapping í fótbóltsskúlunum. Har verður dentur heldur lagdur á ávís evni innan fótbólt. Teir ymsiku venjararnir velja ávíst evni, ið teir venja við næmingunum í nakrar tímar, áðrenn farið verður til næsta evni. Hetta verður gjørt, fyri at hvør einstakur næmingur skal hava møguleika at mennast sum fótbóltsleikari, samstundis, sum hann hevur tað stuttligt.

Men kappingalyndi liggur í øllum fótbóltsspælarum. og tí endar fótbóltsskúlin altíð við einari kapping millum ymisk lið, ið venjararnir býta upp á fótbóltsskúlanum. Hetta dámar næmingunum væl, og vinnararnir eru sjálvsagt erpnir.

Tað var HB, ið stóð fyri fótbóltsskúlanum í Gundadali í Havn í ár. Næsta árm verður tað B36. Hetta er fyrstu ferð, at eitt einstakt lið í Havn hevur staðið fyri fótbóltsskúlanum. Fyrr vóru bæði liðini um hann á hvørjum ári, men fyrireikararnir eru væl nøgdir við, at liðini nú skiftast um. Fótbótsskúlin í ár eydnaðist stak væl.