Vælferðin kostar

Oddagrein:

Løgmaður er ikki serstakliga ítøkiligur, tá hann umrøður almannamálini síni heild. Han vísir bert til, at okkara samfelag skal lofta teimum, sum hava tørv á hjálp og tryggja øllum javnbjóðis møguleikar. Møguleikar at skapa sær eina gevandi og innihaldsríka tilveru. Møguleikar at velja lívsleið, sama um tú ert barn av stjóra ella verkafólki. Her kunnu vit øll uttan víðari vera samd við løgmann og hansara ABC samgongu. Men so kemur fyrivarnið, og løgmaður heldu fram við at siga, at eitt vælferðarsamfelag krevur støðuga eftirmeting og endurmenning, og so vísir hann til, at vit brúka ov nógvan pening á almennu fíggjarætlanunum.

 

Vælferðin kostar altso borgarans pengar, men vissar løgmaur okkum: vit fara undir ongum umstøðum at seta vælferðina til viks. Trivnaðurin hjá borgarunum er aðalmálið í politikkinum hjá samgonguni. Men vit

vilja tryggja, at vit fáa mest møguligt burtur úr hvørjari skattakrónu. Hetta er tann klassiska tvístøðan í vælferðarsamfelagnum, sum flestu framkomnu norðurlond kenna so væl. Vit hava tíbetur valt vælferðina, men vit gerast færri og færri til at fíggja hesa vælferð, og við borgarligum meirilutum er hugurin at fíggja vælferðina við øktum skattakrónum støðugt minkandi.

 

Hetta man vera ein orsøkin til, at løgmaður hóast nógv og føgur orð er so fáorðaður um størsta og tyngsta vælferðarøkið, nevniliga pensjónmálið. Tá Føroyar langt um leingi í 1959 fingu eina sømiliga almannaskipan við fólkapensjónini og við øllum teimum samfelagsbroytingum, sum byrjaðu umleið 1960, gjørdist land okkara so við og við til eitt klassiskt norðurlendskt vælferðarsamfelag. Norðurlendski vælferðarleisturin er fyrimynd hjá nógvum av heimsins londum. Tað eru tí allar orsøkir til at fegnast um vælferðarsamfelagið, og vit eiga sjalvsagt at fegnast um, at ein samgonga sum ABC 2 við einum sterkum borgarligum meiriluta hóast alt váttar, at øll gera manngarð um vælferðarasamfelagið.

 

Skulu tey føgru orð um vælferðarsamfelagið, sum støðugt ljóða frá tingsins røðarpalli, verða tikin fyri fult, so mugu landsins kosnu kvinnur og menn nú vísa, at tey taka penjónsmálið í tí álvara, sum hetta mál hevur uppiborið. Vit fáa at vita, at ein pensjónsreformur er á veg, og tað skilst, at innihaldið verður helst hitt sama, sum ein embætismannabólkur hevur mælt til. Hóast ymisk lýti og ósemju um pensjónsaldur er hetta ivaleyst eitt nýtiligt støði undir einum framtíðarrættaðum penjónspolitikki. Men hetta loysir ikki tann akutta tørvin á ábótum á støðuna hjá tí vanliga føroyska fólkapensjonistinum. Tey, sum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta eru sera illa fyri, og tað er í grundini ein gáta, hvussu hesi fólk klára gerandisdagin. ABC 2 ætlar at mótrokna allar inntøkur í fólkapensjónini og spara landskassanum hesa útreiðslu. Hetta merkir, at tey, sum hava eina pensjón frá pensjónskassa missa grundupphæddina. Hetta kemur sjalvsagt illa við hjá mongum, men hetta kundi kanska verðið góðtikið, um sparingin kom vanligu fólkapensjonisunum til góðar so ella so - eitt nú við at hækka Samhaldsfasta. Men hetta er ikki ætlanin, og tað er bæði synd og skomm og tekur líkasum glansin av føgru orðum løgmans um vælferðarsamfelagið.