Vóna tað ber til næsta heyst

Stór konsertferð hjá Týr er flutt til næsta ár

Rockbólkurin Týr er hart raktur av avlýsingum orsaka av koronasmittuni. Bólkurin er ein tann mest virkni føroyski bólkurin í útlandinum, men hetta árið hevur roynst illa.

Fleiri enn seksti konsertir eru avlýstar ella fluttar, og framvegis er óvist, nær bólkurin sleppur aftur á pall at spæla.

Týr skuldi í ár á eina størri konsertferð, sum hevur heitið »Heathen Heroes«. Á hesari ferð skuldi Týr spæla fleiri enn 20 konsertir kring Europa saman við øðrum bólkum – eitt nú Arkona úr Russlandi og Varmia úr Póllandi. Hendan konsertferðin er nú flutt til næsta heyst, og dagfestingar eru komnar á konsertirnar.

Tann fyrsta konsertin verður í Kekkia hálvan september næsta ár, og síðani skulu Týr og hinir bólkarnir spæla í Póllandi, Litava, Lettlandi, Estlandi, Finnlandi, Svøríki, Danmark, Hollandi, Belgia og Týsklandi. Seinasta konsertin á konsertferðini verður 10. oktober 2021.

– Vit hava onkra aðra konsert á skránni fyri tað, men í løtuni er alt óvist. Tað er trupult at siga nakað við vissu fyrr enn í besta føri tvær til fýra vikur fyri tiltakið, sigur Heri Joensen, oddamaður í Týr.

– Og líkamikið hvussu vit planleggja, so kann alt til eina og hvørja tíð skrambla saman aftur, sigur hann.

Týr náddi at hava stóru konsertirnar saman við Føroya Symfoniorkestri og kóri, áðrenn koronusmittan rakti heimin og steðgaði øllum størri mentanartiltøkum.