Ikki kann sigast, at veðurgudarnir hava verið Nólsoyar Bjargingarfelag blíðir. Regn og vindur er, men tað hevur ikki gjørt lagið verri kortini.
Serliga børnini hava havt ein stuttligan og upplivingarríkan fyrrapart, har tey bæði eru sloppin siglitúrar við Rescue Lív og Vón og eisini eru sloppin biltúr við bjargingarbilinum hjá Nólsoyar Bjargingarfelag.
Eftir at hava fingið rundstykkir og sunkist, fóru tey út til upplivingardagin, og umframt nevndu tiltøk, sluppu børnini eisini at royna rapelling. Ikki øll vóru líka álvulig við hetta, men hjá fleiri gekst ffram úr væl. Sum hjá hesi gentuni, sum er mitt í rapellingini niður eftir fimm metra høga hamrinum.